Føroyar hava ongantíð áður spælt frammanfyri so nógvum áskoðarum

Robert Lewandowski var tvífaldur málskjútti, tá ið Pólland síðstu løtuna skoraði tvey mál

Jóannes Hansen
7. september 2023 kl. 21:59

Tað sá gott út, tá ið teir fóru at hvíla seg. Tá var málleysur javnleikur, og tá hevði tað verið ikki so langt burtur, at Føroyar kundu havt skorað eitt mál. Jóan Símun Edmundsson var í góðari støðu, tá ið hann royndi seg við stútara, sum kiksaði, og so var tað Jóannes Bjartalíð, sum eftir at hava sneitt framvið tveimum var eitt vet ov lítið neyvur, og so varð hann taklaður, tá ið hann var í góðari støðu.

Eftir steðgin var heimatrýstið støðugt, og sum tíðin leið, gekk tað mesta fyri seg í og dygst uttanfyri føroyska brotsteigin.

Føroyingarnir ofraðu seg, men orkan gekk smátt um smátt undan. Tað vóru 54129 áskoðarar – so nógvir sum tað búgva føroyingar í Føroyum (54601 í mai). Gamla metið var á Celtic Park í Skotlandi í 2006, tá ið tað vóru 50.062 áskoðrar.

-Vit vóru ikki nóg kaldir, og vit høvdu ikki nóg nógva orku, sum tíðin leið. Um vit skulu fáa gott úrslit, so mugu vit hava marginalirnar við okkum. Tað høvdu vit ikki, tá ið dómarin bríkslaði fyri bíligum brotssparki, og so vunnu teir 2-0. Eg eri nøgdur við avrikið, og Mattias H. Lamhauge í málinum var besti maður á vølli. Kanska í kapping við Robert Lewandowski, sum sjálvandi var avgerandi, tí hann skoraði tvey mál, sigur Håkan Ericson landsliðsvenjari í samrøðu við Jógvan Skeel Nolsøe hjá Kringvarpi Føroya.

-Onkrir spælarar vóru spardir í kvøld, og teir fáa størri leiklut sunnudagin ímóti Moldova, sigur Håkan Ericson og sipar ivaleyst til, at Jóannes Bjartalíð, Jákup B. Andreasen og Brandur H. Olsen ikki vóru á vøllinum alla tíðina.

Áskoðararnir bríkslaðu í misnøgd eftir sínum spælarum undan steðginum. Eftir steðgin stuðlaðu teir aftur, og eitt stórt korter undan leikloki eydnaðist tað at fáa hol á. Eftir framlegging úr vinstru varð bólturin snittaður í føroyska brotsteigin, har bólturin rakti Odmar Færø í armin. Eftir VAR bríkslaði dómarin fyri brotssparki, sum Robert Lewandowski umsetti til mál.

Og Barcelonamálrevurin var tíggju minuttir seinni aftur upp á spæl, tá ið fýra ógvuliga troyttir føroyingar vóru kring hann, og so var 2-0.

Póllendingarnar lættu fótin eitt sindur av naglanum, men tað vóru fleiri góðir pólverskir møguleikar, sum óføri føroyski málverjan Mattias H. Lamhauge tók sær av.

Hugburðurin og avrikið hjá føroyska liðnum vóru góð. Spælararnir ofraðu seg fult og heilt, men eftir steðgin var brekkan øgiliga brøtt, tá ið tað so at siga ikki eydnaðist at vinna seg í álopsstøðu.

Sunnudagin verður Moldova gestur á Tórsvølli, og tá eru sannlíkindi fyri meiri framrættaðum spæli, enn føroyska liðið vísti serliga í seinna hálvleiki í kvøld.

­Pólland – Føroyar 2-0 (0-0)

1-0: Robert Lewandowski br 73.

2-0: Robert Lewandowski 83.

Føroyar: Mattias H. Lamhauge – Gilli Rólantsson (Jóannes K. Danielsen, 74.) , Heðin H. Askham, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, René Shaki Joensen (Jákup B. Andreasen, 74.), Gunnar Batnhamar, Jóannes Bjartalíð (Brandur H. Olsen, 62.) – Jóan Símun Edmundsson (Klæmint A. Olsen, 62.)

Gult kort: Sonni Ragnar Nattestad

Venjari: Håkan Ericson

Hjálparvenjari: Eli Hentze