Eitt tilmæli at seta handilsrevsitiltøk í verk móti Føroyum skal til umrøðu í bretska tinginum

Kjak verður í bretska tinginum tann 11. juli um eitt tilmæli, um at seta handilsrevsitiltøk í verk móti Føroyum, so leingi føroyingar drepa grind, eftir at ein undirskriftainnsavnan herfyri fekk yvir 100.000 undirskriftir, ið merkir, at tingið í Bretlandi kann taka hetta málið upp til umrøðu, og tað fer tingið nú at gera

Dominic Dyer hevur staðið fyri at savna undirskriftir, soleiðis at bretska tingið skal taka fríhandilssátmálan millum Føroyar og Bretland upp til umrøðu, har yvir 100.000 fólk ynskja, at handilsrevsitiltøk verða sett í verk móti Føroyum so leingi føroyingar drepa springara og grind
Sigurjón Einarsson
23. juni 2022 kl. 17:27

Tey seinastu árini hava vit í Føroyum verið von við, at leiðarin í Sea Shepherd, Paul Watson, hevur verið eftir føroyingum og føroyska siðin at drepa grind.

Men nú sæst eitt nýtt navn verða nevnt oftari og oftari, tá grindadráp er til umrøðu í útlendskum miðlum. Talan er um Dominic Dyer, ið er djóraverndarstríðsmaður, sum millum annað byrjaði eina undirskriftainnsavning á netinum, eftir nógv umrødda springaradrápið í september mánaða í fjør í Skálabotni, ella Skálafirði, sum tað nú formliga eitur, tá 1.428 springarar løgdu beinini í Skálafirði.

Í undirskriftainnsavnanini, sum Dominic Dyer hevur staðið fyri, kom fram, at tey, ið skrivaðu undir, kravdu, at fríhandilssáttmálin millum Føroyar og Bretland, sum varð undirskrivaður 31. januar í 2019 – í samband við, at Bretland fór úr ES – skal slítast, og ikki koma í gildi aftur so leingi føroyingar drepa springarar og grind.  

– Rættast hevði verið at lagt fótonglar fyri tey og noktað at gjørt nakra avtalu við tey, segði Dominic Dyer í samrøðu við The Independent fyrr í ár.

Hóast tað gekk eitt sindur strilti í byrjanini við at savna undirskriftir, so eydnaðist tað Dominic Dyer og hansara fólkum at fáa tær í alt 100.000 undirskriftirnar, sum krevjast at fáa í hús innan eitt hálvt ár er farið, eftir at undirskriftainnsavnanin, Government Petition, er sett í gongd.

Hetta merkir so, at bretska tingið kann taka hetta málið upp til umrøðu, og tað hevur tingið nú gjørt, tí í skránni fyri tingið tann 11. juli stendur, at kjak verður í tinginum um tilmælið, at seta handilsrevsitiltøk í verk móti Føroyum, verður mánadagin tann 11. juli klokkan 18 undir leiðslu av tingmanninum John Nicolson.  

Dominic Dyer hevur lagt eitt videobrot út á Twitter, har hann frøist um, at bretska tingið nú tekur hetta málið upp til kjak, har hann vónar, at tingið kemur til ta niðurstøðu, at einasti mátin at steðga grinda- og springaradrápi í Føroyum er, at tað verður lagt fíggjarligt trýst á føroyingar, “fyri at enda hetta barbariska drápið, sum bert er undirhald fyri føroyingar men íklætt sum mentan”.

Eisini sigur Dominic Dyer í videobrotinum, at hann hevur verið í samband við amerikanskar myndugleikar um tað sama evnið. Hann sigur, at hann hevur fingið vissu fyri, at amerikanskir myndugleikar fara at hyggja eftir handilssambandinum millum USA og Føroyar, har millum annað vernd av havsúgdjórum verður tikið upp til umrøðu.

Djóraverndarstríðsmaðurin sigur at enda í videobrotinum, at hann og djóraverndarfelagsskapurin, Born Free, fara at gera sítt til, at bretskir tinglimir verður upplýstir um hetta evnið, so at so nógv møta upp til kjakið tann 11. juli, tá Føroyar og grinda- og springaradráp verður tikið upp til umrøðu, soleiðis at handilstiltøk kunnu verða sett í verk móti Føroyum, ið skal fáa føroyingar at gevast við at drepa springara og grind.

Twitter-uppslagið hjá Dominic Dyer sæst her:

https://twitter.com/domdyer70/status/1539266424794923014