Føroyar útfluttu næstan einki til Russlands í juli

Juli mánaður plagar at vera slakur, men ikki so deydligur sum í ár

Tað er ein farin tíð, at føroyskar havnir eru avtakklaðar við russiskum skipum - í hvussu so er fyribils
Áki Bertholdsen
19. september 2023 kl. 12:30

Hesa seinastu tíðina er føroyski útflutningurin til Russlands minkaður niður í lítið og einki. Síðani Russland leyp á Ukraina, hevur føroyski útflutningurin til Russlands, verið eitt standandi umrøðuevni. 

Serliga hevur tað verið umrøtt, at føroyingar framhaldandi útflyta til Russlands. Tað mesta, vit hava útflutt til Russlands, hevur verið uppsjóvarfiskur, og brennievni til russisk skip, sum hava verið í føroyskari havn.

Hagstovan upplýsir, at í juli mánað var føroyski útflutningur til Russlands 4,9 milliónir og tað er næstan alt brennievni til russisk skip.

Juli mánaður plagar at vera ein sera slakur mánaður hvat útflutningi til Russlands viðvíkur. Í juli í fjør útfluttu vørur til Russlands fyri 45 milliónir. Í juli í 2021, sum er áðrenn innrásina í Ukraina, var føroyski útflutningurin til Russlands, 183 milliónir, og vanliga hevur hann verið oman fyri 100 milliónir í juli mánað.