Føroyar varðveita plássið í deild C

Í einum heldur linligum dysti í Vilnius í kvøld, var tað á einari leið, at tað endaði javnt millum Litava og Føroyar. Úrslitið hevur samstundis við sær, at Føroyar varðveita plássið í deild C

Jákup B. Andreasen skoraði føroyska málið, sum var nokk til at staðfesta, at Føroyar varðveita plássið í deild C (Mynd: Sigurjón Einarsson)
Sigurjón Einarsson
22. september 2022 kl. 21:54

Litavar skuldu hava ein sigur – og helst ein stóran sigur, skuldi tað gerast gjørligt hjá litavum at fáa Føroyar aftur á stigatalvuni. Men tað vóru heldur føroyingarnir, ið vóru naskari fyrstu løtuna av dystinum.

Fyrsta málmøguleikan fingu føroyingar eftir 19. minuttum, tá Jóannes Bjartalíð sendi skot móti málinum, men skotið fór við síðuna av.

Minuttin eftir eru føroyingar aftur væl við, men skotið frá Meinhard Egilsson Olsen fer beint á málmannin.

Men triðju ferð bragdar tað hjá føroyingum. Fríspark er gjørt móti René Shaki miðskeiðis í litavisku hálvuni. Jóannes Bjartalíð sendir bóltin væl innfyri, og har kann KÍ-liðfelagin, Jákup B. Andreasen, seta pannuna á bóltin, sum fer í málið. 1-0 til Føroyar.

Tað var ikki nógv, ið vit sóu til litaviskt álopsspæl í fyrra hálvleiki, men beint fyri hálvleik javnar Litava. Eitt forkølað innlegg úr høgru endar við, at Vykintas Slivka kemur at standa rættiliga fríur frammanfyri føroyska málið. Hóast hann ikki rakar bóltin væl, so fer hann hoppandi stillisliga innum málstrikuna. Linjuverjin hevði flaggið á lofti, men eftir at VAR hevur hugt væl og leingi eftir støðuni, peikar íslendski dómarin út á miðjuna. 1-1 í hálvleikinum.

Tað var langt ímillum snapsarnar í seinna hálvleiki. Leikferðin var ikki serliga høg, og føroyska spælið hekk ikki eins væl saman, sum í fyrra hálvleiki. Eisini var langt millum málkjansirnar. Men miðskeiðis í seinna hálvleiki kundi Klæmint A. Olsen fingið mál, hevði hann brúkt eitt nummar størri í skóm, tá Jóannes Bjartalíð sendi eitt gott innlegg innfyri úr høgru.

Litavar høvdu eisini onkran hendinga málkjans í seinna hálvleiki, men samanumtikið var tað á einari leið, at tað endaði javnt millum liðini í einum eitt sindur linligum dysti í Vilnius í kvøld, har kalda heystveðrið var komið á vitjan.