- Føroyingar ynskja ofta, at tatoveringarnar eru persónligar

Tatoveringar er ikki bara blekk. Tað er ein partur av okkara søgu og mentanararvi. Tað sigur Majbritt Petersen, sum hevur starvast sum tatovør í 20 ár. Hon er ein av gestunum til Føroya Tatt Fest, sum er nú um vikuskiftið. 

Marjun Manuela Behrens
21. mai 2022 kl. 09:40

Tað er so ymiskt, hvussu fólk hava tað við tatoveringum. Men tað eru fleiri føroyingar, ið hava eina. Hetta er sostatt blivið ein partur av mentanini og søguni hjá føroyingum. Eitt nú var siðvenja hjá føroyskum sjónmonnum at fáa sær eina ella fleiri tatoveringar. Ein, ið kennir alt til hetta, er Majbritt Petersen, sum er eigari av heimsins elstu tatoveringsbúð, Tattoo Ole, sum liggur í Nyhavnini í Keypmannahavn. 

-Tatoveringsbransjan er fleiri túsund ára gomul, og tí er hetta ein partur av, hvussu menniskju hava borið seg fram. Eitt nú er danski Kong Frederik IX blivin tatoveraður her, greiðir Majbritt Petersen frá. 

Mundi mist tatoveringsbúðina

Føroya Tatt Fest, sum er føroyska tatoveringsráðstevnan, er farið av bakkastokki. Til tiltakið koma 23 tatoveringslistafólk, og Majbritt Petersen er ein teirra, ið fer at halda fyrilestur um hendan gamla mentanararv, og hvussu hon hevur barst við honum og Tattoo Ole.

- Í 2016 varð okkara leigumál uppsagt og krav verður at vit flyta úr kjallarahølunum í Nyhavnini. Hetta var hart. Eg hevði fyri stuttum mist ein vin, og nú stóð eg eisini til at skula missa tatoveringsbúðina. Tá eg var komin fyri meg eftir skelkin, tók eg bardagan. Tað fór langt, og sakin varð løgd fram fyri dómsstólinum. Har bleiv víst á aldurin á tatoveringsbúðini, og hvønn týdning hon hevur fyri mentanararvin. Tíbetur sluppu vit at halda fram at virka sum tatoveringsbúð í Nyhavnini, greiðir Majbritt frá. 

Majbritt er fyrsti føroyski professionelli tatovørurin og hevur verið í bransjuni í 20 ár, og tað er eisini orsøk til, at hon hevur verið so leingi í bransjuni.  

- Eingin dagur er eins, tað er eitt tað besta. Eisini sleppi eg at koma tætt at fólki hvønn dag, har eg hoyri teirra søgur og orsøkina til, hví tey velja júst ta tatoveringina. Harafturat sleppi eg at gera list hvønn dag í einum deiligum umhvørvi, sigur Majbritt Petersen. 

 

- Vit fáa borið okkum øðrvísi og listarliga fram við tatoveringum

Eitt, hon bítir merki í við føroyingum, er, at teir eru sera tilvitaðir um, hvat teir vilja hava. Ofta hava teir gjørt eitt stórt kanningararbeiði áðrenn, soleiðis at einki ivamál er. 

- Føroyingar vilja typiskt hava persónligar tatoveringar, sum hava eina søgu aftanfyri. Ofta er talan um onkra hending, dato ella familjulim, sum tey ynskja at viðhefta á kroppin. Harafturat ynskja føroyingar eisini, at hava tatoveringar, sum ikki líkjast øðrum. Vit hava jú flest øll tvey bein og tveir armar; tó kunnu vit bera okkum fram við tatoveringum, har vit kunnu síggja øðrísi og listarligari út, greiðir Majbritt Petersen frá. 

Majbritt Petersen fer at greiða nærri frá gongdini, søguni og mentanini viðvíkjandi tatoveringum í dag klokkan 17:00 í Norðurlandahúsinum.