Føroyingarnir vóru akkurát ov stuttir at koppa Íslandi

Hondbóltur menn: Tað var eingin munur millum Føroyar, sum fyrireika seg at vera við í fyrsta endaspælinum og íslendingar, sum eiga nógvar altjóða royndir

Mynd: FSF
Jóannes Hansen
4. november 2023 kl. 20:08

Seinni dysturin hjá føroyska mansliðnum í Laugardalshøllini í Reykjavík er av. Í gjár taptu Føroyar 39-24, men í kvøld royndist tað væl betur.

Tað endaði við 30-29 heimasigri eftir hálvleiksstøðuna 16-12. Tað var alla tíðina spenningur um úrslitið.

Føroyar vóru frammanfyri 11-10, tá ið 20 minuttir vóru farnir, men so svaraði Ísland aftur, og tá ið teir fóru at hvíla seg, var støðan 16-12 til Ísland.

Í gjár avgjørdu íslendingar fyrstu løtuna eftir steðgin, tá ið teir av álvara løgdu sjógv millum seg og føroyingarnar. Soleiðis var tað ikki í kvøld. Í seinna hálvleiki vóru tað ongantíð fleiri enn tvey mál á muni.

Sjey minuttir undan leikloki skoraði Elias Ellefsen á Skipagøtu og so var 26-25 til Føroyar. Tveir minuttir undan leikloki var 27-27, og so vann Ísland við einum máli.

Í kvøld var A ketan á vøllinum allan dystin. Verjuspælið riggaði væl, og í álopinum áttu Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum heilt stóran leiklut. Hákun var toppskjútti við níggju málum, og Elias skoraði sjey mál.

EM endaspælið verður í Týsklandi í januar, og bæði Ísland og Føroyar fyrireika seg at vera við í endaspælinum.


Ísland – Føroyar 30-29 (16-12)

Vinadystur

Í Laugardalshøllini í Reykjavík leygardagin 4. november kl. 17.20

Ísland

Málverjar: Björgvin Páll Gústavsson 3/1 bjargingar og Viktor Gísli Hallgrímsson 11 bjargingar

Óðinn Þór Ríkharðsson, Janus Daði Smárason 2, Aron Pálmarsson 4, Viggó Kristjánsson 4/1, Bjarki Már Elísson 3, Elvar Örn Jónsson 1, Ýmir Örn Gíslason, Ómar Ingi Magnússon 6/3, Einar Þorsteinn Ólafsson, Elliði Snær Viðarsson 4, Arnar Freyr Arnarsson 1, Sigvaldi Björn Guðjónsson 2, Haukur Þrastarson 3, Stiven Tobar Valencia, Þorsteinn Leó Gunnarsson

Føroyar

Málverjar: Pauli Jacobsen og Nicholas Satchwell 9 bjargingar

Bjarni í Selvindi 2, Leivur Mortensen 2, Allan Norðberg, Pætur Mikkjalsson, Rói Berg Hansen 2, Kjartan Johansen, Jónas Gunnarsson Djurhuus, Hákun West av Teigum 9, Vilhelm Poulsen 4, Peter Krogh, Ísak Vedelsbøl, Pauli Mittún, Elias Ellefsen á Skipagøtu 7/2, Rói Ellefsen á Skipagøtu, Óli Mittún 1, Teis Horn Rasmussen 2.