Føroyingur avnoyddur fyri falskar nakinmyndir

Ein útlendingur royndi at kroysta ein føroying til at senda sær pengar fyri ikki at almannakunngera nakinmyndir av føroyinginum. Hetta kemur meira enn so fyri, sigur løgreglan

Steinar Patursson
21. mars 2023 kl. 10:44

Løgreglustøðin fekk í gjár eina fráboðan frá einum fólki um, at onkur hevði roynt at avnoytt viðkomandi fyri pengar.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini greiðir frá, at onkur útlendingur hevði roynt at avnoytt viðkomandi fyri pengar fyri ikki at almannakunngera fúlar myndir av føroyinginum.

Í hesum førinum hevði útlendingurin funnið mynd av føroyinginum onkrastaðni - møguliga á Facebook - og hevði síðani klipt andlitið á føroyinginum inn á eina aðra fúla mynd.

Trupulleikin fyri útlendska avnoyðaran var kortini tann, at myndin var so illa úr hondum greidd, at tú skuldi bert hyggja eftir henni við einum hálvum eyga fyri at síggja, at talan var um eina falska mynd.

Føroyingurin gjørdi av ikki at gjalda útlendinginum nakað sum helst, men hann gjørdist so mikið skakkur, at hann boðaði løgregluni frá.

Vaktleiðarin sigur, at av tí at talan er um ein útlending við einum følskum profili, verður ivaleyst torført at finna fram til viðkomandi. Vaktleiðarin leggur kortini aftrat, at rindar tú fyri at ónærisligar myndir av tær ikki verða almannakunngjørdar, skalt tú ikki kenna teg tryggan kortini, tí tá avnoyðararnir eina ferð hava fingið pengar frá tær, koma teir skjótt aftur eftir meira.

Tí er frægast at boða løgregluni frá umgangandi, um avnoyðarar seta seg í samband við teg.

Vaktleiðarin leggur aftrat, at tað hendir meira enn so at føroyingar rinda fyri at ósømiligt tilfar av sær ikki sær dagsins ljós. Ofta eru tað føroyingar, ið hava verið á onkrari heimasíðu, har endamálið er at finna sínar forvitnu seksuellu líkar úti í heimi, og har til ber at býta um seksuelt tilfar ella hava seksuellar kjattsamrøður.

Trupulleikin er kortini tann, at tað er ikki altíð, at heimasíðan - ella viðkomandi í hinum endanum - hava reiðilig endamál, og tá er tað, at tú kanst enda við at fáa óhepna tilfarið av tær sjálvum aftur við einari áheitan um at rinda onkrum pening.