Skottilburður í Fields: - Fólk runnu í allar ættir

- Vit høvdu verið inni og heilsa upp á fólk, sum arbeiðir inn í handilsmiðstøðini, og vóru á veg útaftur, tá vit hoyrdu skot, sigur ein føroyingur, sum Dimmalætting hevur snakkað við

Løgregla, sjúkrabilar og sløkkiliðsfólk í hópatali eru framvegis til arbeiðs við handilsmiðstøðina Fields í Keypmannahavn, har skot vórðu latin av seinnapartin. Sambært løgregluni er ein maður handtikin fyri tilburðin, har fleiri fólk hava fingið skaða (Mynd: EPA-EFE)
Sveinur Tróndarson
3. juli 2022 kl. 18:26

- Fólk fóru knappliga at renna í allar ættir, tá onkur byrjaði at skjóta onkustaðni í Fields. Og so var bara um at royna at sleppa út.

Tað sigur ein føroyingur, ið ynskir at vera dulnevndur, sum Dimmalætting hevur tosað við. Hann var staddur inni í einum handli nær við høvuðsinngongina í niðaru hædd, tá skotini dundu, og tí hevði hann lutfalsliga lætt við at sleppa út.

Trupulleikin var bara, ta tey nærmastu hjá manninum vóru farin inn í ein annan handil, og tí gekk ein løta áðrenn tey funnu hvønn annan aftur.

- Vit vóru á veg avstað aftur og eg fór at keypa mær okkurt at drekka, so eg stóð inni í einari kiosk, tá skotini ljóðaðu, sigur maðurin.

Tá hann hugdi út úr handlinum sá hann, at fólk spelaðu avstað móti høvuðsdyrnum fyri at sleppa til rýmingar, og at hann bara gjørdi tað sama.

Sum eg skilji vart tú staddur í neðra, tætt við høvuðsdyrnar, hevur tú nakra hóming av, hvar byrsumaðurin var?

- Nei, tað veit eg ikki. Eg hoyrdi bara skotini hart og týðuliga, so vit gjørdust øll øgiliga kløkk, tá skortini byrjaðu, sigur maðurin.

Hvussu er støðan hjá tykkum nú?

- Ta fyrstu løtuna eftir, at eg var komin út var eg eitt sindur ávirkaður. Mann blívur øgiliga kløkkur, tá slíkt hendir, og hjartað fer at pumpa, men nú er eitt sindur frægari, sigur hann.

Maðurin leggur afturat, at hann fyrstu løtuna var eitt sindur ørkymlaður, tí tey, sum hann var saman við vóru farin annan veg ella komu ikki út í somu løtu, men nú eru tey samlað aftur.

- Tað gekk ein løta, áðrenn vit funnu hvønn annan aftur, so tá var tað eitt sindur, men nú er støðan undir kontrol fyri okkara viðkomandi, sigur maðurin.