Føroyingur vann tvey heiðursmerki í kappingini um norðurlendska meistaraheitið

Kappingin var fríggjadagin og leygardagin

Áki Bertholdsen
8. mai 2023 kl. 18:02

Um vikuskiftið hava fýra føroyskir íðkarar verið á bocciastevnu í Danmark, har kappast var um noðurlandameistaraheitið.
Stevnan var í Vejen Sportcenter, sum er famúr vælegnað til slík tiltøk, sigur Parasport Føroya í tíðindaskrivi.

Tað 108 íðkarar við í kappingini og føroysku íðkararnir kappaðust í tveimum flokkum. 
Í flokki 4, sum er flokkur fyri fólk við minni virkistarni, vóru tað Meiken Salberg Olsen, Unn Mortensen og Mirjam Hansen ið kappaðust í lið í einstaklingakapping.
Í flokki 1, sum er fyri fólk ið sita í koyristóli og sum spæla við rampu, var Áki Joensen við.
Umframt at kappast í einstaklingakappingini var Áki eisini við í blandaðari liðkapping saman við einum íslendingi  og einum dana.

Byrjað var fríggjadagin við liðkappingini og har gekk tað ikki so væl hjá føroysku kvinnunum. Tær taptu allar sínar dystir, men kortini góvu tær, serliga finnlendingum, mótstøðu, og tær eisini frammanfyri miðskeiðis í dystinum. 

Hjá Áka og liðfeløgunum gekk framúr væl. Tey vunnu allar sínar dystir og gjørdust harvið norðurlendskir meistarar fyri lið.

Leygardagin vóru einstaklingakappingarnar, og har gekk tað nakað frægari hjá kvinnunum, hóðast tær eisini har taptu allar sínar dystir. Í fleiri av dystunum góvu tær teimum, tær kappaðust ímóti, ein skarpan gang.

Eisini í liðkappingini gekk væl hjá Áka.
Innleiðandi spældi hann sera væl og hann vann seg víðari í hálvfinaluna, har hann tapti ímóti svianum Sebastian Högrell. 
Endaliga úrslitið í flokki 4 var at Sebastian endaði á 1. plássi, normaðurin Per Kristian Thorsrud var nr. 2, og Áki vann ein sera spennandi bronsudyst ímóti Taniju frá Danmark.  Sostatt er hann triðbesti boccialeikari í norðurlondum.

Ferðalagið kom heimaftur sunnudagin.