Landsfundur og almennur fyrilestur: “Føroyingurin er ikki ferðamaður í Føroyum”

Landsfundurin hjá Sjálvstýri verður í skúlaheiminum á Glasi, leygardagin Aftan á verður almennur fundur við fyrilestri og pallborðsfundi. Evni er avbjóðingarnar við ferðavinnuni í Føroyum.

Tíðindaskriv - Sjálvstýri
11. juni 2024 kl. 00:33

Hendan dagin bjóða vit til ein spennandi og viðkomandi almennan fund, sum byrjar klokkan 15:30.

Við yvirskiriftini “Føroyingurin er ikki ferðamaður í egnum landi” fara vit at kjakast um avbjóðingarnar í ferðavinnuni í Føroyum, og hvussu vit best kunnu handfara tær.

Á almenna fundinum, sum verður eftir landsfundin hjá Sjálvstýrinum, fer Jógvan Hovshólm, leiðari í Faroeway Adventures, at halda fyrilestur um avbjóðingarnar í ferðavinnuni í Føroyum.

Eftir fyrilesturin verður pallborðsfundur við hesum luttakarum:

Jógvan Hovshólm, forstjóri í Faroeway Adventures
Magnus Gaard, rektari á Miðnámi í Vestanna
Theresa T. Kreutzmann, leiðari í Visit Norðoy
Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri