Føroysk húsarhald hava goldið 22 milliónir meiri í rentu

So nógv dýrari er tað vorðið upp á bara eitt ár at hava bústaðarlán – og tað verður verri enn

Áki Bertholdsen
26. mai 2023 kl. 12:26

Øll, sum hava bústaðarlán hava fingið við, at rentan er nógv hækkað hetta seinasta ári. Og nú sigur Landsbankin, at í fjør rindaðu føroysk húsarhald heilar 34 milliónir meiri í rentu av bústaðarlánum enn tey gjørdu í 2021. Tað svarar til 22 milliónir, tá ið tey hava fingið rentustuðulin aftur. 

Landsbankin sigur, at sostatt eru útreiðslurnar til rentur hækkaðar 12 prosent upp á bara eitt ár.

Sostatt er livifóturin hjá føroyingum ikki bert versnaður av teimum stóru príshækkingunum, sum hava verið, men tað er steinur oman á byrðu, at rentan eisini er farin so nógv upp, sigur Landsbankin.

Landsbankin sigur, at rentuhækkingarnar hava havt ta ávirkan at prísirnir á bústøðum hava verið lækkandi.

Sethúsaprísirnir hava verið lækkandi síðani síðsta summar, men síðani eru teir hækkaðir aftur í fyrsta ársfjórðingi í ár 

Men verða sethúsaprísirnir í fyrst ársfjórðingi í ár samanbornir við prísirnar fyri einum ári síðani, eru sethúsaprísirnir 12 prosent lægri í ár.

Landsbankin sigur, at tað kann hava avleiðingar tá ið sethúsini fella í virði.

Í Havnini er var sethúsaprísurin næstan 3,9 milliónir í fyrsta ársfjórðingi í fjør, men í fyrsta ársfjórðingi í ár var hann 3,4 milliónir.

Sethúsaprísurin í fyrsta ársfjórðingi í ár skal tó takast við fyrivarni, tí tað eru so fá sethús, sum eru seld hesa tíðina. 

Í árunum frá 2010 til 2021 eru eini 40 hús seld í Havn í miðal í hvørjum ársfjórðingi, men hetta seinasta árið, frá 1. apríl í fjør til 31. mars í ár, eru bara eini 20 hús seld í miðal í hvørjum ársfjórðingi.

Allarhelst hava fólk aftra seg við at keypa hús hetta seinasta árið, tí at prísirnir á gerandisvørum, og rentuútreiðslurnar eru so nógv hækkaðar, heldur Landsbankin.

Og tað verður kanska verri enn, tí í løtuni verður mett, at rentan fer at hækka tvær ferðir afturat í ár. Av tí, at 86 prosent av sethúsaskuldini hjá føroysku húsarhaldunum hevur broytiligari rentu, verða teir flestu sethúsaeigararnir raktir beinanvegin, rentan hækkar, sigur Landsbankin.