Føroyska liðið á hædd við stóru tjóðirnar

Magni Mohr, ið er kropsligur venjari hjá A-landsliðnum, letur sera væl at støðinum, sum føroysku spælararnir eru á, og at føroyska liðið í nógvum førum er fult á hædd við onnur evropeisk landslið, tá tað kemur til fysiska støði

(Mynd: Skíggjamynd/fsf.fo)
Sigurjón Einarsson
15. november 2022 kl. 17:48

A-landsliðið leggur í løtuni seinastu hond á fyrra av tveimum venjingardystum, sum eru á skránni komandi dagarnar.

Ikki færri enn átta spælarar, ið møguliga kunnu fáa sínar fyrstu minuttir á føroyska A-landsliðnum hjá monnum, eru við í hópinum, nú tveir venjingardystir eru á skránni.

Magni Mohr, ið er kropsligur venjari hjá A-landsliðnum, letur sera væl at støðinum, sum føroysku spælararnir eru á, og at føroyska liðið í nógvum førum er fult á hædd við onnur evropeisk landslið, tá tað kemur til fysiska støði.

Í morgin, mikudagin klokkan 17 spæla Kekkia og Føroyar á Andrúv Stadion í Olomouc, og leygardagin 19. november, eisini klokkan 17, møtast Kosovo og Føroyar á Fadil Vokrri Stadion í Pristina.

Hoyr Magna Mohr tosa um fysiska støði á føroysku spælarunum her:

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo