Føroyska manslandsliðið er styrkismett sum nummar 20 í Europa

Lutakast til komandi EM-undankappingina verður 21. mars

Mynd: Uros Hocevar / kolektiff
Fríðmundur Nattestad
20. februar 2024 kl. 15:00

Tíðindaskriv frá HSF:

EHF, evropeiska hondbóltssambandið, hevur kunngjørt styrkismetingina undan lutakastinum til næstu EM-undankappingina, har føroyska manslandsliðið er styrkismett sum nummar 20 í Europa í løtuni. Føroyar verða sostatt í potti 2 av 4 til lutakastið.

Styrkismetingin byggir á úrslitini í EM24, HM23 og EM22, har Føroyar vóru við í ávikavist endaspælinum og undankappingunum til seinnu nevndu.

EM-endaspælið í 2026 verður leikt í Danmark, Noreg og Svøríki, og eru hesi londinum tískil beinleiðis við í endaspælinum. Harumframt er Frakland, sum verandi meistari, beinleiðis við í kappingini. Russland er styrkismett omanfyri Føroyar, men eru teir í løtuni útihýstir úr EHF-kappingum vegna innrásina í Ukraina.

Raðfylgjan fyri styrkismetingin sær hareftir soleiðis út:

Pottur 1: Týskland, Spania, Ungarn, Ísland, Kroatia, Slovenia, Portugal, Niðurlond

Pottur 2: Eysturríki, Montenegro, Serbia, Pólland, Kekkia, Norðurmakedonia, Føroyar, Grikkaland

Pottur 3: Bosnia Hersegovina, Slovakia, Belgia, Sveis, Rumenia, Litava, Ukraina, Italia

Pottur 4: Finnland, Ísrael, Estland, Georgia, Turkaland, Luksemborg, Kosovo, Lettland

Lutakastið verður 21. mars í Keypmannahavn.