Føroyski bitcoin sjórænarin álopin í býnum

Niklas Nikolajsen von Karlshof hevur seinastu dagarnar verið á sjúkrahúsi, eftir at hann var álopin leygarkvøldið í Keypmannahavn. Beinið er brotið í trimum støðum, og neyðugt varð við skurðviðgerð, sigur von Karlshof, sum verður útskrivaður í dag

Mynd: Niklas Nikolajsen von Karlshof/Facebook
Steinar Patursson
20. september 2022 kl. 10:04

Í dag verður føroyski bitcoin milliarderurin, Niklas Nikolajsen von Karlshof, útskrivaður úr sjúkrahúsi í Danmark, har hann hevur ligið síðan leygardagin.

Orsøkin til at von Karlshof hevur ligið á sjúkrahúsi er, at leygarkvøldið varð hann álopin á einum náttklubba í Keypmannahavn.

Talan hevur eftir øllum at døma verið um eitt rættiliga ógvisligt álop, tí Niklas Nikolajsen von Karlshof, skrivar á Facebook, at hann hevur brotið vinstra bein í trimum støðum, og at hann hevur verið undir skurðviðgerð, sum eydnaðist væl.

Niklas Nikolajsen von Karlshof sigur, at í dag verður hann útskrivaður, og at hann síðani fer á gistingarhús við nógvum morfini, har hann komandi dagarnar skal koma seg.

Og sum tit síggja á myndini, er sjúkrahúsmatur ikki góður nokk, ert tú milliarderur, og tí hevur kona hansara borðreitt við sjógæti.

- Kongaligt skeljaborð við hummara, rækjum og krabba – ein góður morgunmatur eftir skurðviðgerð, sigur Niklas Nikolajsen von Karlshof, og takkar konuni fyri morgunmatin.