Føroyski liðskiparin: Vit skulu vaska tapið av okkum

Á tíðindafundinum á Stadium Fadil Vokrri í Pristina nú seinnapartin vissaði føroyski liðskiparin, at føroyska liðið fór at vísa betri hugburð til venjingardystin í annaðkvøld móti Kosovo, enn í dystinum móti Kekkia mikukvøldið

Viljormur Davidsen, liðskiparin á føroyska landsliðnum, og Håkan Ericson til tíðindafundin á Fadil Vokrri-leikvøllinum (Mynd: Sigurjón Einarsson)
Sigurjón Einarsson, Pristina
18. november 2022 kl. 16:36

Føroyska landsliðið kom til høvuðsstaðin í Kosovo, Pristina, í gjárkvøldið, og í dag er einasta venjingin á skránni undan venjingarlandsdystinum í annaðkvøld.

Venjingin skuldi byrja klokkan 16.30 lokala tíð, men bæði landsliðið og miðlarnir rendu seg fastar í seinnapartstrafikkin í høvuðsstaðnum, so venjingin mátti útsetast í 20 minuttir.

Men undan venjingini var lítil tíðindafundur á leikvøllinum, har liðskiparin, Viljormur Davidsen, og landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, vóru til staðar.

Håkan legði fyri og segði, at hann var takksamur fyri, at føroyska landsliðið kundi møta Kosovo í venjingardysti, av tí at Kosovo og Albania, ið Føroyar eru í bólki saman við til komandi EM-undankapping, hava líknandi spælistíl.

Albania er grannaland hjá Kosovo, og yvir 90 prosent av fólkinum í Kosovo – ella Kosova og Kosove, sum tey lokalu rópa landið, ið fekk sjálvræði tann 17. februar í 2008 – eru albanar.

Vaska tapið av okkum
Føroyski liðskiparin, Viljormur Davidsen, tók eisini orðið á tíðindafundinum. Hann legði dent á, at tað var týdningarmikið hjá føroyska liðnum at vaska tapið í Kekkia av sær.

Mikukvøldið spældi føroyska liðið í Olomouc í Kekkia, og mátti leggja rygg til eitt 5-0 tap. Men føroyski liðskiparin vissaði fyri, at føroyska liðið fór at vísa ein betri hugburð til dystin móti Kosovo í annaðkvøld.

Føroysku miðlarnir vildu eisini hava at vita frá venjaranum, um hann fór at gera nógvar broytingar til dystin í annaðkvøld. Håkan Ericson segði, at hann fór nokk at gera einar tríggjar-fýra broytingar í byrjunaruppstillingini – í mun til dystin móti Kekkia mikukvøldið, men at hann og venjararnir fóru at avgerða eftir venjingina seinnapartin.  

Líkt er til, at eisini Kosovo hevur nógvar ungar og óroyndar spælarar við til dystin móti Føroyum, so tað er kanska eitt gott høvi hjá báðum landsliðum at geva nøkrum ungum monnum kjansin – um ikki frá byrjan, so í leypi av dystinum.

Í Kosovo búgva umleið 1,8 milliónir fólk, og almennu málini eru tvey í tali; albanskt og serbiskt.

René Shaki Joensen hevur júst gjørt ein tunnil móti Stefan Radosavljevic - til stóra frøði hjá honum og nøkrum øðrum spælarum (Mynd: Sigurjón Einarsson)