Føroyskir fimleikarar kappast í Svøríki

Um vikuskiftið fara seks føroyskir fimleikarar at kappast í North European Championship, sum hesa ferð er í Helmstad í Svøríki

Mynd: Fimleikasamband Føroya
Jóannes Hansen
24. november 2023 kl. 15:54

Føroya Fimleikasamband skrivar soleiðis í dag:

Tíðliga í morgun fóru okkara røsku fimleikarar, Bjarki Johannesen, Torleivur Christiansen, Bjarki í Jákupstovu og Rókur Vestergaard, á flogvøllin. Teir skulu møtast í Danmark við Aron Jackobsen og Hjálmar Dalsgaard, sum báðir búgva og venja í Danmark. Síðani longur leiðin víðari til Helmstad í Svørríki, har teir fara at umboða Føroyar í North European Championship, sum verður í vikuskiftinum.

Í morgin, leygardagin 25. novembur, verður liðkapping og all round kapping. Kappingarnar eru kl 09:50-12:50 og so aftur kl 14:50-17:50 (føroyska tíð).

Sí skránna á okkara heimasíðu, www.fimleikur.fo

Her er ein leinkja, til svenska fimleikasambandið, har kappingin verður streamað:

www.gympabubblanplay.se

Finalurnar í teimum ymisku amboðunum vera sunnudagin, 26. november kl 11:05-15:00 (føroyska tíð), skrivar Fimleikasamband Føroya.