Føroyskir tunnilsserfrøðingar hava stovnað áhugafelag

Stovnar og fyritøkur, sum virka innan føroyskt tunnilsarbeiði, hava savnað seg í eitt áhugafelag, ið skal savna vitanina og slóða veg fyri føroyskari tunnilsserfrøði í Føroyum og uttanlands. Felagið vil gera vart við seg, nú suðuroyartunnilin nærkast. Føroysk vinna skal byggja føroyskar tunlar

Kristian Waag Dam
25. juli 2022 kl. 13:20

Nú Suðuroyartunnilin nærkast, hava føroysku tunnilserfrøðingar stungið høvdini saman. Úrslitið er nýstovnaða áhugafelagið Faroese Society for Tunnels.

Sambært tíðindaskrivi hjá nýstovnaða felagnum, so eru Føroyar í heimshøpi eitt av teimum samfeløgunum, sum onnur venda sær til fyri at fáa íblástur og vitan um týdningin av tunlum í samfelagsmenningini.

Nýggjasta frágreiðingin hjá Landsverk "Forkanning av einari nýggjari suðuroyarleið", hevur sambært Faroese Society for Tunnels, vakt ans uttanlands, tí í arbeiðnum verða nýttir nýggjastu búskaparligu, samfelagsligu og umhvørvisligu greiningarhættir at meta um verkætlanina í einum samfelagsligum høpi. Einum høpi, sum ikki einans snýr seg um krónur og oyru, men um menniskju, samfelag og umhvørvi.

Tað er í hesum samanhangi, at føroyska tunnilsserfrøðin hevur tikið seg saman í eitt áhugafelag, fyri at gera vart við og vísa á dygdirnar, sum eru í føroysku vinnuni og almennu stovnunum.

Tað er stjórin á Landsverki, Sigurd L. Lamhauge, sum eisini er vorðin formaður í Faroese Society for Tunnels, ið tók stig til áhugafelagið og undirtøkan var sambært honum greið.

- Føroysk tunnilsserfrøði er á altjóða stigi, og tað er tað, vit vilja vísa á. Saman hava vit bygt hetta landið út, vit hava royndirnar og vit hava vitanina, sigur Sigurd L. Lamhauge, formaður í Faroese Society for Tunnels.

Ætlanin er, at føroysk servitan og royndir skulu tryggjast ein lyklaleiklut í komandi verkætlanum. Limirnir eru á einum máli um, at størsta føroyska íløga nakrantíð má koma føroyingum til góðar. Bróðurparturin av pengum, royndum og vitan má ikki enn eina ferð flytast av landinum.

- Ein avgerandi fortreyt fyri okkum, sum búleikast í Føroyum er, at vit standa okkum í kappingini. Skulu vit skapa fortreytirnar hjá komandi ættarliðum at búleikast og mennast, er tað av størsta týdningi, at vit skapa røttu karmarnar. Tað merkir eitt nú, at tað eru føroyingar, sum projektera og byggja tunlar í Føroyum, staðfesti aðalfundurin hjá Faroese Society for Tunnels.

Á aðalfundinum vóru umboð fyri fyritøkur og stovnar, sum hava drúgvar royndir í øllum lutum at byggja føroyskar tunlar. Fyritøkurnar og stovnarnir eru: Landsverk, Fróðskaparsetur Føroya, Articon, J&K Petersen, LBF, EL Service, KJ, KS Teknik, Spenn, Borg, PB Consult og SMJ.