Føroyskur kórtónleikur í Reykjavík

Fríggjadagin 19. august fer kórið TARIRA á stutta konsertferð til Reykjavíkar at luttaka á árligu mentanarnáttini, sum verður leygardagin 20. august

Tíðindaskriv
17. august 2022 kl. 15:07

Fríggjadagin 19. august fer kórið TARIRA á stutta konsertferð til Reykjavíkar at luttaka á árligu mentanarnáttini, sum verður leygardagin 20. august.

Tað er føroyska sendistovan í Reykjavík, sum hevur boðið kórinum at luttaka og afturat TARIRA verða eisini onnur føroysk tónleikanøvn á skránni.

Konsertirnar við føroysku tónleikabólkunum verða í Kaldalón í Hørpuni, og TARIRA er á skránni kl. 16.45 leygardagin. Á hesi konsertini syngur kórið føroyskt burturav og talan er um eina fjølbroytta samanseting av nýggjari og einstøkum eldri verkum, sum okkara fremstu tónaskøld hava skrivað.

Kórið hevur eisini eina aðra konsert fríggjakvøldið klokkan 20 í Fríkirkjuni, sum liggur beint við Tjørnuna í miðbýnum. Tá hevur kórið eisini, afturat teimum føroysku kórverkunum, eitt lítið úrval av yndissangum eftir m.a. Arvo Pärt og Jaakku Mäntyjärvi.

Luttøkan hjá TARIRA er stuðlað av NATA, Mentanargrunni Landsins, Loftbrúnni og MOWI.