Føroyskur mjøður kemur á marknaðin í dag

Týdningarmiklasti rúsandi løgurin hjá víkingum var mjøðurin. Við einum føroyskum mjøði leitar felagið Galdr aftur til víkingarøturnar. Fyrsti føroyski mjøðurin í mannaminni kemur á marknaðin í dag

Andras á Lofti við einari Jatnagarður-mjøði, sum kemur á marknaðin í dag (Mynd: Karstin Næs Hoydal)
Sigurjón Einarsson
11. november 2022 kl. 09:50

– Tað smakkar ikki akkurát sum øl, men tað er ølkent og lætt drekkiligt.

Tað sigur bryggjarin í felagnum Galdr, Andras á Lofti, sum kemur út við einum føroyskum mjøði, Jatnagarður, í dag, fríggjadagin 11. november.

Í einum mjøði finst hunangur, vatn og ger.

Jatnagarður, sum Galdr gevur út, er av slagnum “braggott”, ið er ein mjøður bryggjaður við malti og humlu, soleiðis at hann at kallað er eitt hjúnaband ímillum mjøð og øl.

Á Facebook skrivar Galdr, at:

“Jatnagarður, fyrsti mjøðurin, sum er vorðin bryggjaður handilsliga í Føroyum, er ein braggott við aroma av frukt og blómum. Hann hevur ein lættan kropp við nógvum hunangs- og malt smakki, og einum veti av karamell uppií eisini. Hann smakkar best kaldur, og sjálvandi passar hann væl afturvið føroyskum mati - royn hann til dømis afturvið røstum rivi!”

Mjøður er eitt gott og spennandi produkt, sum inntil nú hevur manglað á føroyska marknaðinum, sigur Høgni á Lofti, sum stendur fyri tí handilsliga hjá Galdr.

Brøðurnir á Lofti við mjøði í hendi (Mynd: Karstin Næs Hoydal)

Mjøður er á veg fram
Galdr varð stovnað í 2021 av brøðrunum Andrasi og Høgna á Lofti, og vinmanni teirra Peturi Eliasi Ellefsen.  

– Endamálið við felagnum er at gera heimsins elsta drykk til heimsins nýggja yndisdrykk. Í Skandinavia generelt hevur mann sæð eitt rák, har fólk søkja aftur til røturnar. Samstundis við, at norðurlendska gastronomiin er sett á breddan tey seinastu árini, so síggja vit eisini, at áhugin fyri mjøði er vaksin, sigur Høgni á Lofti.

Seinastu árini hava nógvar víkingasendingar verið at sæð í útlendskum sjónvarpsrásum og stroymingartænastum, og sambært Fortune Business Insights og American Mead Makers Association, er mjøðmarknaðurin í stórum vøkstri, serliga í USA.

Høgni á Lofti hyggur eftir, um alt er sum tað skal vera (Mynd Karstin Næs Hoydal)

Fyrsta framleiðslan hjá Galdr er bryggjað í samstarvi við Okkara bryggjarí.

– Okkara (bryggarí, red.) hevur hjálpt okkum nógv á vegnum. Øll framleiðslan er farin fram undir teirra taki, og teir hava givið okkum góð ráð allan vegin, sigur Andras á Lofti. 

Tó er vónin hjá felagnum at víðka um virksemið í framtíðini.

– Hugskotini og uppskriftirnar eru nógvar, men vit eru enn í byrjunarfasuni, og enn lítil fyritøka. Tí ætla vit at taka tað róligt í byrjanini, hóast vit vóna at kunna halda fram við hesum og fleiri framleiðslum, verður hetta fyrsta produktið væl móttikið, sigur Petur Elias Ellefsen, sum er sniðgevin í felagnum.

Logoið hjá Galdr hevur Petur Elias Ellefsen sniðgivið