Føroyskur sjónleikur á altjóða pall í London

Hetta er ein stórur dreymur, sum verður veruleiki

Myndina tók Gwenaël Akira Helmsdal Carré
Áki Bertholdsen
9. november 2023 kl. 10:40

Tað eru ikki einans føroyskur hondbóltur og fótbóltur, sum megnar at spæla seg inn á tann stóra altjóða pallin. Føroyski leikbólkurin, Det Ferösche Compagnie, DFC, tekur nú eisini eitt stórt stig út í heim.

Sjónleikurin, Lykkenborg, skal nevniliga á pall í London í næstum. Á enskum hevur hann fingið heitið, Castle of Joy og hann skal á pall í týdningarmesta mentanardeplinum í London, The Barbican. 

Í fjør fór Búi Dam, leiklistarligur stjóri í DFC, undir samskifti við Toni Raclin, sum er leiklistarligur stjóri á The Barbican. 

Hetta førdi við sær, at ein framleiðari frá The Barbican kom at hyggja eftir leikinum, tá hann varð framførdur á IETM festivalinum í Århus. 

Durita Sumberg, framleiðari í DFC, tók síðani samskift upp við Jill Shelley, framleiðara, og nú er úrslitið, at Lykkenborg skal spælast á hesum stóra, altjóða palli, siga tey í tíðindaskrivi.

Tey siga, at Jill Shellby sigur, at hon sá alt fyri eitt, at hetta var akkurát ein leikur fyri Barbican, tí hetta er eitt framúr góð leiklist.

Hon ásannar, at føroysk leiklist er undirumboðað á Barbican og hon er sannførd um, at hann fer at vera sera vælumtóktur í London.

Búi Dam sigur í tíðindaskrivi, at hetta er ein stórur dreymur sum gerst veruleiki fyri okkum í Det Ferösche Compagnie.

– Tey flestu av okkum hava lisið í London og The Barbican er leikhúsið, har tey hava havt tær stóru listarligu upplivingarnar, sum eisini hava formað tey sum listafólk, og sum leikbólk. 

Leikarar, og tey, sum eru knýtt at honum, fara til London tann 25.februar og tá hava tey tveir dagar at seta leikin upp. Tilsamans verða fimm sýningar. 

Frumframförslan í London verður 28.februar, har The Barbican bjóða miðlum til sýningina. Eftir frumframförsluna verður eitt listafólkaprát við Búa Dam, leikstjóra og høvund. 

Síðani vera sýningar 29.feb, 1. og leygardagin 2. mars og tann leygagin verða tvær sýningar.