Føroyskur slaktari fingið serligan heiður

Tað er eitt týdningarmikið og sermerkt handverk at hagreiða og virka kjøt til føroysku døgurðaborðini

Rúni Mohr, slaktarameistari, vinstrumegin, og Ásbjørn Andrassarson Midjord
Áki Bertholdsen
2. mai 2024 kl. 16:16

Føroyski slaktarin, Ásbjørn Andrassarson Midjord, hevur nú fingið ein heilt serligan heiður í Danmark

Danski felagsskapurin ”Slagtermesterforeningen for København og omegns Hus og Fond” lutar árliga út serligan heiður til bestu næmingarnar, ið hava lært til slaktara í danska kongaríkinum.

Í ár fall heiðurin á nýútbúna slakataran hjá Krás, Ásbjørn Andrassarson Midjord úr Hvalvík, sigur Poul Hansen, heilsøla, í tíðindaskrivi.

Talan er um árliga Thorvald Michelsens legatið, har fýra teir bestu slaktaranæmingarnir í danska kongaríkinum fáa eina peningagávu, umframt heiðurin fyri at hava víst serligan ídni, dugnaskap og felagsanda undir útbúgvingini. 

Rúni Mohr, slaktarameistari og leiðari á Krás, fegnast um, at hansara lærlingur hevur fingið henda heiðurin.

Hann heldur, at tað hevur týdning fyri okkara samfelag, at ungfólk taka handverkaraútbúgvingar eins og hesa. Tað er eitt týdningarmikið og sermerkt handverk at hagreiða og virka kjøt, soleiðis, at føroysku døgurðaborðini eru tryggjaði fyrstafloks mat hvønn dag á árinum. Tað eru dugnaligir slaktarar sum Ásbjørn við til at tryggja, siga tey í tíðindaskrivi. 

Ásbjørn er byrjaður í føstum starvi sum slakari hjá Krás, sum er matvøruvirki í Hósvík, ið virkar kjøt til føroyska gerandisdagin.