Forsetavalið lítla ávirkan á partabrøvini

Sjálvt um partabrævakursirnir sveiggjaðu nógv dagarnar undan amerikanska forsetavalinum, hevði valið sjálvt ikki so stóra ávirkan á gongdina á marknaðunu, skrivar Bank Nordik í nýggjastu marknaðarútlitinum

Sveinur Tróndarson
29. november 2020 kl. 11:57

- Tað plagar at vera trupult at síggja úrslitið aftur á búskapartølunum, tá ið ein nýggjur forseti verður valdur í USA.

Tað skrivar størsti føroyski bankin í einari marknaðargreining, sum júst er send út til almenningin.

Mangan verður gjørt nógv burtur úr týdninginum av amerikanska valinum, og tað var tað eisini hesaferð. Men tað er ikki so, meta greinararnir hjá Bank Nordik.

Tað eru búskaparvøkstur og prísáseting, sum gera av, hvussu leikur fer á marknaðunum, og sjálvt tá Trump tók við eftir Obama var trupult at síggja mun á, skrivar bankin. Man kundi annars væntað, at tað fór at vera eyðsæð, skrivar bankin:

- Trump lækkaði skattin munandi og gjørdi stórar almennar íløgur, og hetta kundi helst økja vøksturin. Men so var ikki. Tað komu færri fólk í starv í tíðini undir Trump, enn fýra undanfarnu árini undir Obama, og smásølan vaks bert eitt lítið vet meira undir Trump, skrivar Bank Nordik í marknaðardagføringini.

Amerikanska valið er ikki endaliga avgreitt enn, tí í januar mánað verður umval í statinum Georgia, og ikki fyrr enn tá verður endaliga maktbýtið í Senatinum avgreitt.

Tað eru útlit til, at republikanararnir fáa valdið í Senatinum og demokratarnir í Umboðsmannatinginum, og hendir tað, verður torført hjá Biden forseta at fáa allan sín politikk ígjøgnum.

Men heldur ikki tað fer at ávirka kursirnar negativt, metir Bank Nordik, tí tað er ikki fyrr enn tað hendir okkurt óvæntað, at tað veruliga fær ávirkan á kursin. Og so minkar politikkurin sum váðafaktorur fyri marknaðin, skrivar bankin.

Ístaðin eru tað útlitini fyri at fáa eitt koppingarevni móti korona út til fólk, sum hevur størri ávirkan á marknaðirnar.

Beint nú eru fleiri granskarar og framleiðarar, sum liggja framvið, og tað er ikki óhugsandi, at tað bara ganga nakrar vikur, kanska mánaðir, áðrenn hesi koppingarevni vera góðkend, og tað kann fáa sera stóra ávirkan á kursirnar.

Gongdin í ár hevur annars verið, at partabrøvini fullu munandi, tá korona kom, men tað vendi aftur, og síðan mars eru tey hækkað aftur við 40 prosentum, og eru enntá farin uppum tað sum tey vóru í vár.