Forseti og Barbara vera fremst í ólavsøkuskrúðgonguni

Tá skrúðgongan við ítróttarfólki til setana á ólavsøku koma oman á vaglið, verður tað við einum nýggjum reiðfólkið á odda - føroyameistaranum frá í fjør

Sigurjón Einarsson
26. juli 2021 kl. 09:40

Tá skrúðgongan við ítróttarfólki til setana á ólavsøku koma oman á vaglið, verður tað við einum nýggjum reiðfólkið á odda. Talan er um Barbaru Carlsen, ið gjørdist føroyameistari í fjør við ryssuni Svannu hjá Hans Paula Poulsen. Til skrúðgonguna í ár hevur Barbara tó valt at fara við sínum egna hesti, Forseta. 

Tað skrivar Føroya Ríðingarfelag á heimasíðu sínari.

Heimasíðan skrivar, at Barbara hevur riðið frá barnsbeini av. Hon reið kapp longu á heilt ungum árum - eisini tá á rossum hjá Hans Paula Polsen - tá á gomlu Svonnu, mammu Svonnu núverandi føroyameistaranum. Barbara sigur seg eisini hava fingið gott í beinini frá Poulsen familjuni á Gráasteini.

Barbara hevur búð uttanlanda nøkur ár, men eisini tá var hon virkin innan ríðing, millum annað við western ríðing í USA. 

Tá hon flutti heimaftur, so var heldur ikki leingi til hon fekk brell til rossalívið aftur. Hon keypti sær hestin Forseta og boks til hestin i Havnardali hjá Føroya Ríðingarfelag. Hon er eisini við í felagslívinum hjá felagnum og er millum annað virkin í nevndini.

Skrúðgongan er gamal ólavsøkusiður. Reiðfólkini byrjaði skrúðgonguna longu í 1942. Í nógv ár var Sverri Trónd sjálv ímyndin av ólavsøkuna, tá hann reið á odda fyri skrúðgonguni. Tá hann gavst, valdi nevndin í Føroya Ríðingarfelag, at flaggberi skuldi vera tann, ið var føroyameistari í Tvíspor vaksin árið fyri. Um hesin ber seg undan, velur nevndin flaggberan.