Forsetin í Kirgisistan hevur lagt frá sær

- Eg ynski ikki at verða kendur í søguni hjá Kirgisistan sum ein blóðugur forseti, ið skeyt móti sínum egnum borgarum. Tí havi eg avgjørt at leggja frá mær, sigur fyrrverandi forsetin í eini fráboðan

Sigurjón Einarsson
15. oktober 2020 kl. 14:00

Forsetin í Kirgisistan, Sooronbaj Jeenbekov, hevur lagt frá sær. Hann leggur frá sær, eftir at ófriður hevur verið í landinum í fleiri dagar.

Í eini fráboðan í dag, sigur Jeenbekov at hann hevur avgjørt at leggja frá sær, “tí friður og semja í okkara landi hevur meira týdning enn nakað annað embæti”.

- Eg ynski ikki at verða kendur í søguni hjá Kirgisistan sum ein blóðugur forseti, ið skeyt móti sínum egnum borgarum, Tí havi eg avgjørt at leggja frá mær, sigur hann í fráboðanini.

Jeenbekov heitir eisini á síni mótstøðufólk, um at halda uppat við ófriðinum, sum fer fram í hesum døgum.

Hetta er triðju ferð í 15 ár, at mótmæli frá landsins borgarum hava fingið ein forseta frá í fyrrverandi sovjettiska lýðveldinum í Miðasia.

Kelda: Reuters