Forsetin í Serbia: Krim og Donbass hoyra til Ukraina

Serbia hevur søguliga havt tætt tilknýti til Russland, men í samrøðu við altjóða miðil, so roynir forsetin í Serbia at taka frástøðu frá Russlandi. Serfrøðingar halda, at hetta er politiskur taktikkur

Forsetin í Serbia, Aleksandar Vucic, í einari av sínum vitjanum hjá Vladimir Putin, men sambært forsetanum í Serbia, so hevur hann ikki tosað við Putin "í fleiri mánaðir" (Mynd: Kremlin)
Sigurjón Einarsson
19. januar 2023 kl. 11:44

– Krim og hoyra til Ukraina.

Tað sigur forsetin í Serbia, Aleksandar Vucic, í samrøðu við altjóða miðilin Bloomberg.

– Fyri okkum í Serbia er Krim í Ukraina og Donbass í Ukraina. Og soleiðis verður tað, sigur Vucic í samrøðuni.

– Vit hava sagt frá byrjan, at vit stuðla ikki russisku innrásini í Ukraina, sigur forsetin, sum harvið alment tekur frástøðu frá Russlandi.

Søguliga sæð, so hevur Serbia verið ein av teimum nærmastu hjá Russlandi í Evropa. Men í seinastuni hevur stjórnin í Serbia roynt at tikið eina ávísa frástøðu til Moskva.

Serfrøðingar siga fyri Bloomberg, at kríggið í Ukraina hevur meint sambandið millum Serbia og Russland, og í samrøðuni við miðilin sigur forsetin í Serbia, at hevur ikki tosað við Putin í “fleiri mánaðir”.

Serbia roynir at fáa limaskap í ES, men strembar eisini eftir at hava eitt gott samband við Russland, men serfrøðingar meta, at við taka frástøðu til Russland, styrkir tað um møguleikarnar hjá Serbia at gerast eitt ES-land.