Fóru ein túr í hagan í óveðrinum í gjár - men máttu bjargast oman aftur

Tveir útlendingar fgngu í haganum í sjey tímar í gjár, men teir komu aftur í aftur í øllum góðum

Áki Bertholdsen
7. apríl 2024 kl. 09:46

Í gjár var veðrið av tí ringasta við nógvum vindi, regni og kava. Men tað forðaði kortini ikki tveimum útlendingum at fara sær ein túr í hagan.

Tað vóru faðir og sonur, sum fóru til gongu úr Tjørnuvík til Saksunar. Men tá ið feðgarnir vóru komnir ovast á fjallið, komu teir í neyð, tí veðrið var so ringt, at teir sóu ikki fram um nøsina fyri kavaroki. Samstundis høvdu teir mist varðarnar burtur, so teir vóru rættiliga komnir í neyð.

Tí ringdu teir til løgregluna og løgreglan gav teimum tey ráðini at venda við aftur. Teir so gjørdi, og við góðari hjálp frá nýmótans tøkni, komu teir aftur á rætta leið. Løgreglan sigur, at bæði menninir, og løgreglan hildu seg til gps-aran og so fekk løgreglan alla tíðina víst teimum á rætta kós.

Tá ið teir komu oman aftur ímóti Tjørnuvík batnaði sýnið og teir funnu varðagøtuna aftur, men tá ið teir komu oman á hamaran oman fyri Tjørnuvík, funnu teir kortini ikki vegin oman av.

Men í Sunda Kommunu er tað so patent, at tey hava givið varðunum nummar, so tey vistu akkurat við hvønn varða tey vóru. So teir funnu eitt ból beint við at kroka í, og so fóru tveir mans úr Tjørnvík niðan eftir teimum og fingu teir oman í øllum góðum - og klokkan 18.30 vóru teir undir takið aftur.

Teir vóru í góðum klæðum, men tá vóru teir kortini bæði undirklæðavátir og kaldir eftir at hava gingið í fjøllunum í samfullar sjey tímar í óveðrinum seinnapartin í gjár.