Fótbóltsgranskari: Leikarar, sum verða skiftir inn, vinna steypini

HM- og EM-finalur verða ofta avgjørdar av leikarum, ið eru skiftir inn, sambært fótbóltsgranskara

Eder við EM-steypinum í 2016, eftir at hann avgjørdi finaluna móti vertstjóðini, Fraklandi, við at skjóta einsamalla málið í 109. minutti í longdu leiktíðini (Mynd: EPA-EFE)
Sigurjón Einarsson
8. juni 2022 kl. 14:03

Minnist tú EM-finaluna í París í 2016?

Tá vann Portugal eftir longdari leiktíð, eftir at innskifti Eder skoraði avgerandi og einasta málið í dystinum móti vertstjóðini, Fraklandi.

Næstsíðsíðsta og triðsíðsta fótin áttu Joao Moutinho og Ricardo Quaresma, ið eisini vóru skiftir inn.

Hvussu við HM-finaluni í Brasilia í 2014?

Har avgjørdi innskifti Mario Götze dystin við einsamalla málinum í finaluni, tá hann bleiv spældur fríur í brotsteiginum hjá Argentina av einum øðrum leikara, sum eisini var skiftur inn, André Schürrle.

André Schürrle og Mario Götze (Mynd: EPA-EFE)

Leikarar á bonkinum avgerandi
Í modernaðum fótbólti merkir møði ótrúliga nógv – ikki minst, tá ein fótbóltsdystur fer út í longda leiktíð.

Tað greiðir fótbóltsgranskarin og professari við Lærda Háskúlan í Suðurdanmark, Peter Krustrup, í videobrotinum, sum sæst her:

Fótbóltsleikarar, sum verða skiftir inn í einum fótbóltsdysti, eru ofta teir, ið avgera dystirnar, sambært gransking hjá fótbóltsprofessaranum við Lærda Háskúlan í Suðurdanmark, Peter Krustrup (Video: Syddansk Universitet)

Peter Krustrup greiðir frá, at teir fyrstu 11 leikararnir, ið byrja inni í einum dysti, renna 30 til 50 prosent færri sprintir og renning við høgum intensiteti í longdari leiktíð, greiðir hann frá.

Tí er tað ofta leikarar, sum verða skiftir inn, ið eiga ein avgerandi lut í einum fótbóltsdysti, sum skal spælast við longdari leiktíð upp á tvær ferðir 15 minuttir afturat.

Í videobrotinum greiðir professarin eisini frá, hví eitt lið helst ikki skal enda við koma í longda leiktíð meira enn einaferð undir einum endaspæli.