Fótbóltsstjørna knekkaði á tíðindafundi

Vinicius Junior hevur verið offur fyri rasismu fleiri ferðir

Mynd: Pierre-Philippe Marcou/AFP/Ritzau Scanpix
Fríðmundur Nattestad
26. mars 2024 kl. 17:30

Brasilski fótbóltsleikarin Vinicius Junior, sum til dagligt spælir við spanska stórfelagnum Real Madrid, hevur seinastu tíðina fleiri ferðir verið offur fyri rasismu í Spania.

Í gjár var tíðindafundur í samband við vinardyst ímillum Brasil og Spania. Her bleiv Vinicius Junior spurdur um rasistisku hendingarnar, og brasilska fótbóltsstjørnan gjørdist sera kensluborin.

Tárini trillaðu fleiri ferðir, og fyrstu løtuna fekk hann ikki orðið fram. Tá hann var komin fyri seg, segði hann millum annað, at hann bara vil spæla fótbólt, men at spæligleðin spakuliga minkar.

Seinasta kappingarár var Vinicius Junior offur fyri ikki minni enn 10 ymiskum rasistiskum hendingum í Spania.

Vinicius Junior greiddi frá, at hann kennir seg vónsviknan um, at rasistiskar hendingar eftir øllum at døma ikki verða revsaðar.

- Tað er ørkymlandi, at ongin verður revsaður. Eg vænti ikki at hesi fólkini fara at broyta teirra tankagongd, um tey verða revsaði, men tey fara at vanda sær um orðini, tá tey eru støð, har myndatól eru til staðar.

Brasiliumaðurin vísti aftur, at hann orsaka av manglandi revsingini, hevur umhugsað at flyta úr Spania.

- Eg havi ongantíð umhugsað at flyta, tí so gevi eg rasistunum tað, teir vilja hava. Eg verði verandi her, í heimsins besta fótbóltsfelagi, so rasistarnir framhaldandi eru noyddir at hyggja at mær, meðan eg haldi fram við at kempa, skora mál og vinna steyp, segði Vinicius Junior á tíðindafundinum í gjár.