Frans pávi um koranbrenningar: “Eg kenni vreiði og andstygd”

Sambært Frans páva kunnu brenningarnar ikki verjast sum framsøgufrælsi

Ragnar Sjúrðarson
4. juli 2023 kl. 10:00

Tann hægsti innan katólsku kirkjuna, Frans pávi, fordømir tær koranbrenningar, sum hava verið í Svøríki í seinastuni.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

-    Einhvør bók, sum av summum verður mett sum heilag, eigur at virðast fyri at virða tey, ið trúgva henni, segði pávin í eini samrøðu við avísina AI Ittihad frá teimum Sameindu Arabisku Emiratini.

Sambært Frans páva kunnu brenningarnar ikki verjast sum framsøgufrælsi.

-    Eg kenni vreiðu og andstygd yvir hesar hendingarnar, legði hann afturat.

Í fjør brendi ein svenskur maður við rótum úr Irak eina koran frammanfyri eini Mosku í svenska høvuðsstaðnum, Stockholm. Hetta fekk felagsskapin fyri islamiskum samstarvi at mæla til, at man við lóg forðar koranbrenningum.