Freistin at søkja mentanarstuðul er mánadagin

1.000.000 krónur eru tøkar at søkja í ár

Fríðmundur Nattestad
5. apríl 2024 kl. 13:30

Tórshavnar kommuna veitir á hvørjum ári stuðul til listarligar verkætlanir av ymsum slagi. Endamálið við mentanarstuðlinum er at stuðla verkætlanum, tiltøkum og átøkum, sum ríka og menna mentanarlívið í kommununi.

1.000.000 krónur eru tøkar at søkja í ár.

Freistin fyri at søkja um stuðul er mánadagin 8. apríl.

Les meira um mentanarstuðulin á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu her.