Fremstu deildirnar í fótbólti fara framvegis at eita Betri Deildin

Betri heldur fram sum høvuðsstuðul hjá meistaradeildunum hjá kvinnum og monnum næstu trý árini. Hetta merkir, at næstu trý árini fara fremstu deildirnar hjá kvinnum og monnum framvegis at eita Betri Deildin

Evy Jacobsen, forstjóri í Betri samtakinum, og Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya. (Mynd: Hans Erik Danielsen).
Kristian Waag Dam
11. november 2022 kl. 14:20

Betri heldur fram sum høvuðsstuðul hjá meistaradeildunum hjá kvinnum og monnum, eins og Betri framvegis verður ein av høvuðsstuðlunum hjá kvinnulandsliðnum. Hesum boðar Fótbóltssamband Føroya frá í tíðindaskrivi.

Fyrrapartin hósdagin skrivaðu Evy Jacobsen, forstjóri í Betri samtakinum, og forsetin í Fótbóltssambandi Føroya, Christian Andreasen undir nýggja stuðulsavtalu, ið inniber, at verandi avtala verður longd við trimum árum, og sostatt er galdandi til endan av 2025.

Tað merkir, at eisini næstu trý árini fara fremstu deildirnar hjá kvinnum og monnum framvegis at eita Betri Deildin, samstundis sum Betri framhaldandi verður ein av høvuðsstuðlunum hjá føroyska A-landsliðnum við kvinnum.

Betri Deildin 2023 hjá monnum byrjar væntandi fyrsta vikuskiftið í mars, meðan Betri Deildin 2023 hjá kvinnum væntandi fer av bakkastokki ein mánað seinni.