FSF Varpið: 25 mál í fyrsta umfari í kappingini um Løgmanssteypið

Við 2-1 sigri á KÍ tryggjaðu runavikingar sær seinasta plássið í fjórðingsfinalunum. Í FSF Varpinum ber til at síggja øll málini, sum vórðu skoraði í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið

Sigurjón Einarsson
21. apríl 2021 kl. 07:50

Um vikuskiftið tryggjaðu HB, 07 Vestur, B36, Víkingur, EB/Streymur, ÍF og B71 sær víðari luttøku í kappingini um Løgmanssteypið, og týskvøldið fór NSÍ avstað við seinasta fjórðingsfinaluplássinum, eftir at runavíkingar týskvøldið vunnu 2-1 á KÍ.

Tilsamans 25 mál vórðu skoraði í teimum átta dystunum í fyrsta umfari, og í FSF-Varpinum ber til at síggja øll málini. Tey síggjast her:

Fjórðingsfinalurnar verða spældar sunnudagin 30. mai, og tá møtast liðini soleiðis: B71 – HB, EB/Streymur – B36, ÍF – Víkingur og NSÍ – KÍ.

Lutakastið til hálvfinalurnar verður í 3-2 mánadagin 31. mai.

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo