FSF verður vertur fyri stórari UEFA-ráðstevnu

Væntandi verða eini 45-50 útlendingar úr níggju londum við á stórari UEFA ráðstevnuni, sum FSF verður vertur fyri í døgunum 8. til 12. mai

(Mynd: Hans Erik Danielsen/fsf.fo)
Sigurjón Einarsson
4. mai 2022 kl. 15:00

– Endamálið við ráðstevnuni er vitanardeiling, har dentur millum annað verður lagdur á, hvussu vit og onnur fótbóltssambond skipa okkara gerandisdag. So vit gleða okkum, og síggja fram til nakrar spennandi og mennandi dagar, sigur Pætur Clementsen, tekniskur stjóri í FSF.

Talan er um eina spennandi skrá, tá Fótbóltssamband Føroya í døgunum 8. til 12. mai verður vertur fyri stórari UEFA ráðstevnu. Skipað verður fyri fyrilestrum, framløgum og venjingum, og harafturat verður eisini vitjað í KÍ.

Og umframt at vera vertur, ynskir Fótbóltssamband Føroya eisini at geva teimum vitjandi, ið væntandi vera eini hálvt hundrað í tali, eina góða og minnisríka uppliving um føroyingar og Føroyar. Gestirnir koma úr Belgia, Bulgaria, Estlandi, Liktinstein, Norðurmakedónia, Portugal, Slovenia, Norðurírlandi og Spania.

– Vanliga eru eini trý-fýra lond til hesar UEFA ráðstevnurnar. Men hesaferð fingu londini møguleikan at velja, og tað vísti seg, at fleiri vildu sleppa til Føroya. Tað fegnast vit sjálvandi um, so nú ræður um at geva teimum eina góða uppliving, har serligt ljós verður varpað á fótbóltin her hjá okkum, sigur Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo

Leys Størv