Fullur maður viltust inn í skeiv hús

Hetta seinasta samdøgurið hevur verið óvanliga friðarligt hjá løgregluni

Áki Bertholdsen
18. september 2023 kl. 07:48

Hetta seinasta samdøgurið hevur verið óvanliga friðarligt hjá løgregluni. Men í gjár máttu tey kortini av húsum at hjálpa nøkrum ferðafólkum burtur úr eini knípu.

Tey høvdu leigað sær hús í Havn í nakrar dagar, men um náttúrðatíð í gjárkvøldið kom ein deyðadrukkin maður á gátt og hann fekst ikki avstað aftur.

Tí ringdu tey til løgregluna, sum kom eftir manninum. Tað vísti seg, at hann var so drukkin, at hann hevði ikki skil fyra at finna húsini, hann skuldi í, men var vilstur ikki í skeiv hús. Løgreglufólkini fingu hann so á rætta stað og meiri verður ikki gjørt burtur úr tí.