

Mikudagin varð ein maður tikin fyri at hava stolið úr einum handli í SMS. Hann hevði stolið fyri nakrar túsund krónur í ymsari elektroniskari útgerð.
Men tá ið løgreglan kannaði bústaðin hjá honum, komu tey fram á ymsar aðrar lutir, sum fullu í eyguni.
Eitt nú funnu tey tríggjar framkomnar bjargingarvestar, sum eru sjálvvirkandi og blása seg sjálvar upp.
Men tey funnu eisini nøkur spøl til tráður. Her var talan um nøkur sera framkomin og dýr, elektronisk spøl, sum bara framkomnir fiskarar brúka.
Maðurin noktaði fyri at eiga lutirnar - men hann visti heldur ikki at siga, hvaðani teir komu, og hvussu teir vóru endaðir hjá honum.
Hinvegin hevur løgreglan heldur ikki frætt frá nøkrum, sum saknar nakrar bjaringarvestar ella elektronisk spøl.
Løgreglan sigur annars, at hóast tey hava tikið mannin, er hann ikki skuldsettur enn.