

Funnu næstan 10 kilo av hassji í einum bili í Havn
Trý fólk eru handtikin í málinum
Áki Bertholdsen
25. mai 2023 kl. 16:54
Í gjárkvøldið steðaði løgreglan einum bili í Havn og í bilinum funnu tey einki minni enn næstan 10 kilo av hassji.
Løgreglan sigur á Facebook, at tað var eitt samstarv ímilluml løgregluna ig Taks, sum førdi til hendan stóra fongin.
Tvey fólk vóru í bilinum, ein maður og ein kvinna og tey vórðu bæði handtikin. Handtøkan førdi við sær, at ein maður afturat varð handtikin, hann var umborð á einum skipi, sum stutt frammanundan var komið til Føroya úr útlondum.
Øll trý fólkini hava verið til grundlógaravhoyring í Føroya Rætti seinnapartin í dag og har eru tey varðhaldsfongslað.