Funnu tríggar minur frá seinna heimabardaga á Lambavík

Tær eru allar tríggjar nú sprongdar í luftina

Áki Bertholdsen
22. mai 2023 kl. 13:59

Hesa vikuna hevur danska verjan, og løgreglan í Føroyum, sprongt tríggjar minur. Tey fingu minu-serfrøðingar úr Danmark at standa fyri arbeiðnum og tað eydnaðist alt væl.

Danska verjan sigur, at tað var ein frítíðarkavari, sum boðaði løgregluni frá, at hann hevði sæð ein illgrunaverdan lut á botni á Lambavík.

Hann helt, at tað kundi líkst eini minu frá seinna heimsbardaga. Danska verjan sigur, at boð vórðu send eftir munu-serfrøðingum úr Danmark, og tá ið teir kannaðu málið, staðfestu teir, at har lógu heilar tríggjar minur á botninum í Lambavík.

Orsøkin til, at tær liggja har, er helst, at tey hava roynt at skjóta tær við riflu fyri at fáa tær at bresta, men at tey ístaðin bara hava punkterað tær so at tær eru farnar til botns.

Verjan sigur, at kavarar gróvu minurnar leysar og so vóru tær fingnar leysar av botni og síðani sleipaðar burtur frá húsum og sprongdar undir sjónum.

Tvær av minunum vórðu sprongdar undir sjónum beinanvegin og tann seinasta varð sprongd í dag.