Fýra atkvøðugreiðslur vera seinnapartin í dag

Umframt framløgu eru fimm mál á skrá fyri tingfundin, sum verður seinnapartin í dag

Jóannes Hansen
17. apríl 2024 kl. 06:48

Tingfundur verður klokkan 13 í dag. Umframt framløgu eru fimm mál á skrá – tríggjar 2. viðgerðir, ein 3. viðgerð og ein 1. viðgerð.

3. og endaliga viðgerðin verður av uppskotinum til løgtingslóg um at menna nýggja kt-skipan til barsilsskipanina. Ein samd fíggjarnevnd tók við onkrum broytingum undir við uppskotinum, sum 11. apríl varð samtykt við 2. viðgerð.

So vera tríggjar 2. viðgerðir:

Tann fyrsta verður av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp. Tað snýr seg millum annað um kringvarpsgjald og árliga prísjavning. Meirilutin í mentanevndini – umboðini hjá samgonguflokkunum – mæla løgtinginum til at samtykkja uppskotið við fleiri broytingum. Umboðið hjá sambandsflokkinum tekur eisini undir við uppskotinum. Umboðið hjá fólkaflokkinum í mentanevndini tekur undir við uppskotinum um prísjavning, men vil ikki hava ta hækkingina, sum landsstýrið skjýtur upp.

Onnur 2. viðgerðin er uppskot um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn. Hetta snýr seg heimild at stovna almannagagnlig bústaðarfeløg, økt lániheimild og útlendska fígging o.a.

Triðja 2. viðgerðin er endalig soleiðis at skilja, at talan er um uppskot til ríkislógvartilmæti um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af visse mestemmelser i forskellige love um ændring af lov om finansiel virksomhed.

Síðsta mál á dagsskrá – burtursæð frá framløgu – er 1. viðgerð av uppskoti til samtyktar um tjóðartrygdarpolitikk. Hetta er uppskot til samtyktar, sum Høgni Hoydal landsstýrismaður í uttanlandsmálum hevur lagt fyri tingið. Málið verður beint í uttanlandsnevndina.