Fýra og eina hálva miljón at byggja eini sethús

Sosialurin, sum kemur í hvørt hús í dag, veit at siga, at tað ongantíð áður hevur verið so dýrt at byggja eini vanlig sethús

Eini miðalhús kosta nú á leið 1,9 milliónir krónur í Eysturoynni, og hetta er ein hækking uppá 25 prosent í mun til miðalprísin í 2020. (Mynd: Dimmalætting)
Árni Gregersen
18. september 2023 kl. 11:00

At alt er vorðið nógv dýrari hesi seinasxtu árini, vita vit øll, men at tað er vorðið so dýrt at byggja eini sethús í tveimum hæddum - 100 fermetrar hvør - kemur helst óvart á tey flestu.

Bæði ein arkiteektur og ein tim,burhandil siga, at eini slík hús kosta í miðal 23.000 krónur fyri hvønn fermetur. Tað vil siga, at hesir 200 fermeetrarnir kosta meira enn 4.5 miljónir krónur.

Príshækkingin kemur bæði av prísinum avá tilfari, m en eisini tí at mangan verða brúktar meira handverkaratímar til hús í dag enn fyri nøkrum árum síðani.

Fólk í byggivinnuni siga, at tað eer soleeiðis í dag, at so at siga ongin byggir vanlig hús longur. Tað eru fleiri krókar og karnappar og nógv meira glas í flestu húsum.

Meira kann lesast í Sosialinum, sum verður borin í hvørt hús í dag.