Fyrilestur um broytingarleiðslu á TONIK 2024

Fyrilestrarhaldarin, R. Michael Andersson, er fyrrverandi útvarpsvertur og kurvabóltsstjørna, og hevur skrivað fleiri vælseljandi bøkur um leiðslu

Fríðmundur Nattestad
6. apríl 2024 kl. 16:00

Stórsligna altjóða tøkniráðstevnan TONIK verður í SILO í Sjóvinnuhúsinum í Havn 3. mai 2024.

Endamálið við ráðstevnuni er at føroyska tøknivinnan og íverksetarar fáa ein kveikjandi og savnandi pall, við beinleiðis íblástri frá fremstu føroysku og útlendsku serfrøðingunum, royndum fyritøkum, íverksetum og íleggjarum. Ráðstevnan er eisini ætla til knýta sambond og at deila vitan.

25 fyrilestrarhaldarar úr londum kring allan knøttin fara at hava framløgur á trimum pallum um nýggjastu kósirnar innan tøkni, nýskapan og íverksetan.

Ein av hesum fyrilestrarhaldarunum er R. Michael Andersson. Hann er útbúgvin Master í sálarfrøði og hevur stórar royndir í at stovna, fíggja, vaksa um og selja tríggjar stórar KT fyritøkur. Hansara serstaka samanseting av útbúgving og arbeiðsroyndum hevur gjørt, at fyritøkur sum Uber, Microsoft og Salesforce, brúka hann til at menna leiðsluførleikar innan sølu, broytingarleiðslu og at skapa úrslit.

Um framløgurnar hjá R. Michael siga fyritøkur, “Ein evnaríkur søgusigari, sum deilir sínar eydnusøgur og søgurnar um vera viðkvæmur, autentiskur og sterkur.”

- Eg deili alt, frá mínum stóru mistøkum og øru framgongdum, við øllum tí harðrenda og eirindaleysa harímillum, borið fram við skemti og orku, sum fangar tykkum, sigur R. Michael sjálvur.

R. Michael hevur m.a. skrivað tvær best seller bøkur um leiðslu, “Soul Centered leadership” og “The Experiment”, sum snúgva seg um at stýra strongd og at finna javnvágu ímillum arbeiðslív og privatlív.   Nýggjasta bókin hjá honum, “Leadership Mindset 2.0", snýr seg um sálarfrøði og nervavísindi til at røkka tínum fulla potentiali.

- Tá man verður leiðari og byrjar eina fyritøku, eru leiðsluførleikarnir avgerðandi fyri, um fyritøkan vinnur frama og fær ávirkan uppá longri sikt, sigur R. Michael.

R. Michael er fyrrverandi útvarpsvertur og kurvabóltsstjørna og hann er ringur at koma uttanum við sínum 2,32 metrum.

Les meira um ráðstevnuna á tonik.fo