Fyrra hálvár hilnaðist væl - høvdu 4,6 milliónir í yvirskoti

Men útreiðslurnar til skaðar størri

Áki Bertholdsen
1. september 2023 kl. 08:00

Fyrra hálvár í ár hilnaðist væl hjá tryggingarfelagnum, Trygd. Tey siga í tíðindaskrivi, at fyrr hálvár í ár var yvirskotið 4,6 milliónir, har tað var ein millón meiri enn í sama tíðaskeiði í fjør.

Endurgjøldini fyri skaða hava tó verið hægri, tí tey vóru 51,2 í fyrra hálvár í ár afturímóti 47,3 milliónum í sama tíðarskeiði í fjør. Men javnvágin ímillum inntøkur og útreiðslur og veksandi tal á viðskiftafólki, gera, at úrslitið var nøktandi kortini.

Hækkingin stendst í høvuðsheitum av illveðrinum í februar í ár. Illveðrið elvdi til fleiri skaðar kring alt landið. Umframt stormskaðarnar, hava príshækkingar eisini havt við sær, at tað er vorðið dýrari at gera skaðar aftur, og hetta er eisini ein orsøk til at útreiðslurnar eru hækkaðar.

Men hóast búskapargongdin í heiminum enn er merkt av príshækkingum, hækkandi rentum og óvissu, hava virðisbrævamarknaðirnir sum heild klárað seg betri í ár samanborið við í fjør.

Hetta sæst eisini aftur á úrslitinum fyri ársins fyrstu seks mánaðir. Higartil í ár hevur felagið havt eitt avlop av sínum íløguvirksemi upp á 400.000 krónur samanborið við eitt hall upp á 4,3 milliónir sama tíðarskeið í fjør.

 

Roknskapurin í stuttum

- Hálvársúrslitið fyri skatt gjørdist 5,6 mió. kr. samanborið við 4,4 mió. kr. sama tíðarskeið í 2022.

- Úrslitið eftir skatt var eitt avlop á 4,6 mió. kr. samanborið við 3,6 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.

- Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum hækkaðu við 8,6 mió. kr. fyrra hálvár 2023 og vóru tilsamans 103,7 mió. kr.

- Skaðaútreiðslurnar vóru tilsamans 51,2 mió. kr. samanborið við 47,3 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.

- Endurgjaldsburturleggingarnar fyri egna rokning vóru 65,9 mió. kr.  samanborið við 57,1 mió. kr. fyrra hálvár í fjør.

- Skaðaprosentparturin hækkaði úr 63,5% upp í 65,3%.