Fyrrverandi Fifa-forsetin skilir ikki hví hann er ákærdur

- Tað var ein sein gjalding av løn, sigur Sepp Blatter sambært NTB. Júst hesin pengaflutningurin uppá tvær milliónir í sveisiskum peningi, er miðpunkti í rættarmálinum ímóti fyrrverandi Fifa-forsetanum og fyrrverandi Uefa-forsetanum

(Mynd: EPA-EFE).
Kristian Waag Dam
9. juni 2022 kl. 13:34

Í hesum døgum er rættarmálið ímóti fyrrverandi Fifa-forsetanum, Sepp Blatter, og Uefa-forsetanum, Michel Platini, í gongd. Men Sepp Blatter skilir ikki, hví hann er ákærdur fyri pengasvik, sambært tíðindastovuni, NTB.

Sambært fyrrverandi Fifa-forsetanum, so er upphæddin, sum Fifa flutti táverandi forsetanum í Uefa, Michel Platini, bert eftirgjalding av løn hansara. Upphæddin, ið talan er um, er tvær milliónir sveisiskir frankar.

- Tað var ein sein gjalding av løn, sigur Sepp Blatter sambært NTB. Júst hesin pengaflutningurin uppá tvær milliónir í sveisiskum frankum, er miðpunkti í rættarmálinum ímóti fyrrverandi Fifa-forsetanum og fyrrverandi Uefa-forsetanum.

Í 2015 sá tann sokallaða Fifa-gølan dagsins ljós. Eftir hetta vóru bæði Sepp Blatter og Michel Platini útihýstir frá fótbólti. Kanningararbeiðið í málinum hevur tikið umleið seks ár. Áðrenn rættarmálið byrjaði vóru bæði Sepp Blatter og Michel Platini bjartskygdir.

Áðrenn Fifa-gølan kom fram, var franski, Michel Platini, fyrst og fremst kendur fyri at vera millum heimsins bestu fótbóltsleikarar. Hin høvuðsleikluturin í rættarmálinum, Sepp Blatter, er ongin unglingi longur og tað sást eisini í rættarsalinum í gjár, tá hann fekk trupulleikar við andadráttinum. Sepp Blatter, sum er úr Sveis, er 86 ára gamal.

Sepp Blatter og Michel Platini

Sepp Blatter var forseti í Fifa frá 1998 fram til 2015

Michel Platini var forseti í Fifa frá 2007 fram til 2015