Fyrrverandi løgmaður: Føroyar skulu mekla millum Ukraina og Russland

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at einasta loysnin er diplomati

Ragnar Sjúrðarson
21. januar 2023 kl. 21:50

“Føroyar skuldu alment bjóða seg fram sum politiskan meklara, fyri at fáa ein enda á syrgiliga krígnum millum Russland og Ukraina.”

Soleiðis skrivar føroya løgmaður frá 2008-2015 á Facebook í kvøld.

Í gjár varð ein týdningarmikil fundur hildin í tí sonevnda kontaktbólkinum fyri Ukraina í Týsklandi.

Umboðsfólk fyri umleið 50 lond, herímillum USA og hini Nato londini, savnaðust fyri at fundast um hernaðarligan stuðul til Ukraina.

Estland lovar eina nýggja sending av vápnum og skotverki til Ukraina fyri 841 milliónir krónur.

Bretski verjumálaráðharrin, Ben Wallace, lovar at senda 600 rakettir av slagnum Brimstone til Ukraina.

Danmark sendir 19 Caesar kanónir til Ukraina, sum danska verjan annars hevði bíðað eftir í nógv ár.

Pólland og Finnland hava boðað frá, at tey eru klár at senda týsktframleiddar stríðsvognar af slagnum Leopard 2 til Ukraina.

Politiska skipanin í Føroyum stuðlar á ongan hátt ukrainska stríðnum fyri frælsið í vesturheiminum. Hetta vil Kaj Leo broyta. Tí hóast hann ikki mælir til at vit senda vápn og pening til Ukraina, so skulu Føroyar á annan hátt virka fyri friðinum í Ukraina og tryggleikanum hjá vesturheiminum. 

Føroyar skulu alment bjóða seg fram sum politiskan meklara, og yvirtala Putin til at sleppa skotvápnunum.

Kaj Leo Holm Johannesen leggur afturat undir uppslagnum, at hann altíð hevur sæð upp til føroyingar, og hann heldur, at vit kunnu nógv meira enn vit halda. Eisini vísir hann á, at vit søguliga hava havt góð viðurskifti við bæði eystur og vestur.