Fyrsti skúladagur hjá námsfrøðilesandi

21 hjálparfólk á dagstovnum í Tórshavnar kommunu eru byrja at lesa námsfrøði

Mynd: Tórshavnar kommuna
Fríðmundur Nattestad
19. februar 2024 kl. 16:15

Tórshavnar býráð samtykti í november í fjør at skipa fyri einari námsfrøðiútbúgving fyri hjálparfólk, ið arbeiða á dagstovnum í Tórshavnar kommunu. Hetta fyri at lyfta støðið og bøta um starvsfólkatørvin.

5. februar var so fyrsti dagur á skúlabonki hjá 21 hjálparfólkum. Tey lesa námsfrøði á VIA University College í Viborg í Danmark. Tey lesandi vóru spent, og væl varð tikið ímóti teimum á stovninum.

Útbúgvingin, sum tekur 3,5 ár, er ein professiónsbachelor í námsfrøði, og er skipað sum ein parttíðarútbúgving. Starvsfólkini arbeiða samstundis, sum tey eru námsfrøðilesandi. Starvsfólkini fáa løn sum vanligt, burtursæð frá døgunum, tá tey eru í skúla.