Fyrstu bachelorarnir í lóg fáa prógv í næstum

Fyrr í ár góðkendi danska løgmálaráðið nýggju føroysku løgfrøðiútbúgvingina, og tað hevur við sær, at føroyska útbúgvingin í lóg verður javnsett við løgfrøðiútbúgvingar frá donskum universitetum. Og um eina góða viku fær fyrsti flokkur av lesandi føroyskt bachelorprógv

Mynd: Johan Lamhauge
Sveinur Tróndarson
14. juni 2022 kl. 13:57

Fríggjadagin tann 24. juni verður próvtøkuhandan hjá Fróðskaparsetri Føroya í Norðurlandahúsinum, og dagurin í ár er søguligur upp á tann mátan, at hetta verður fyrstu ferð nakrantíð, at ein flokkur av lesandi fær føroyskt bachelorprógv í lóg.

Tað hevur borið til at lesa lóg á Fróðskaparsetrinum frammanundan, men “bara” sum masterlesnað, men góðkenningin frá danska løgmálaráðnum fyrr í ár hevur við sær, at nú er føroyska løgfrøðiútbúgvingin javnsett við løgfrøðiútbúgvingar frá donskum universitetum, og tað hevur við sær, at løgfrøðingar við føroyskari útbúgving kunnu fáa størv sum dómari, advokatur og ákæri.

Frammanundan var tað so, at fyri at kunna virka sum dómari, advokatur og ákæri, mátti tú hava løgfrøðiútbúgving frá donskum universiteti, men tað broytti viðurkenningin frá danska løgmálaráðnum.

Tað hevur verið arbeitt leingi við at fáa føroysku løgfrøðiútbúgvingina upp at standa. Kári á Rógvi, professari, sáli, legði lunnarnar undir útbúgvingina við áhaldandi stríði fyri at fáa útbúgvingina skipaða, men vit skuldu heilt fram til á vári 2022 áðrenn viðurkenningin kom upp á pláss.

Av teimum, sum nú vera liðug við bachelorútbúgvingina, fara tey flestu víðari til masterlesnað á Setrinum, og tað merkir í stuttum, at vit um tvey ár á fyrsta sinni kunnu fáa løgfrøðingar, sum fult og heilt eru útbúnir í Føroyum.