Heilt fitt av fólki á aðalfundi

Grindamannafelagið hevði sín árliga aðalfund leygardagin

Páll Nolsøe, ráðgevi hjá Føroya Landstýri
Fríðmundur Nattestad
22. apríl 2024 kl. 11:00

Árligi aðalfundurin hjá Grindamannafelagnum fyri 2024, varð hildin leygardagin 20. apríl 2024.

Heilt fitt av fólkið varð møtt, og umframt skrá sambært viðtøkunum, hevði Páll Nolsøe ráðgevi hjá Føroya Landstýri, eina framløgu um hvussu útlendingar síggja føroyingar í mun til okkara hvalaveiðu, og hvat verður gjørt fyri at svara mótmælinum aftur.

Bjarni Mikkelsen lívfrøðingur, hevði eisini eina framløgu um merking og gransking av skjórutum springara.

Í formansfrágreiðingini, minti Esmar Joense hvussu umráðandi tað er at roynd grindafólk, føra teirra vitan innanfyri grind víðari til yngra ættarliði.

Fyri eini tíð síðan fekk felagið nýggja talgilda limaskipan, og heitti nevndin á limir, sum ikki longu høvdu gjørt tað, um at tilmelda seg av nýggjum umvegis nýggju limaskipanina, sum liggur á heimasíðuni gmf.fo

Á aðalfundinum bleiv eisini kunngjørt, at Fiskimálaráðið fer at skipa fyri nýggjum mønustingaraskeiðum í komandi mánað. Mikudagin tann 8. mai kl. 18:00 verður skeið í Eysturskúlanum í Tórshavn, og 10. mai í miðnámsskúlanum í Grønadali í Suðuroy.

Ymisk onnur mál vóru viðgjørd, sum t.d. ætlan um nýggjan undirvísingarfilm um grind, ferðamannaskip, springaraveiða, aktivistar, miðling, skera á háls o.s.fr.

Allir nevndarlimirnir sum stóðu fyri vali, tóku við afturvali, og onki annað valevni varð í uppskoti.

Eftir fundin skipaði nevndin seg óbroytt, sum er:

Formaður: Esmar Joensen, Hvítanes
Næstformaður/peningarøkil: Tóri Simonsen, Hvannasund
Skrivar: Bjartur Tórhalsson, Vestmanna
Eykavaldur: Bogi Hansen, Runavík
Eykavaldur: Eyðstein í Løðu, Bøur
Eykavaldur: Ragnar Jacobsen, Miðvágur