Fyrstur Grímur Kamban í oyggjum festi tjøld

Hugskotið kom úr bygdini, her í Funningi, og ein læra av hesi verkætlan er, at er hugskotið nóg dygt og víðskygt, so elta góð fólk stuðlandi eini ætlan sum hesari

Tórbjørn Jacobsen
22. oktober 2023 kl. 23:00

Quo vadis? Hvagar fert tú? Tey flestu kennast helst við hesi orðini í Jóhannesar evangelium, har ið Símun Pætur spyr: “Harri, hvar fert tú?” Og Jesus svaraði: “Hagar, sum eg fari, kanst tú ikki fylgja mær nú; men tú skalt fylgja mær seinni.” Kend er eisini halgisøgan, táið Pætur møtir Jesusi í “hamferð” á Via Appia í útryðjuni av Roma, flýggjandi undan harðræði hansara Nero, og hann spurdi meistara sín: “Domine, quo vadis?” Eftir gitna svarið vendir Pætur aftur til høvuðsborgina, og fær eisini krossdeyðan fyri smáum tvey túsund árum síðan.

Sálaði kekkiski rithøvundurin Milan Kundera róði framundir í skaldsøguni “Um látur og gloymsku”, at stríðið hjá menniskjum ímóti sitandi valdi ofta er hitt sama sum minnisins stríð ímóti gloymskuni. Tey, sum sita fyri valdinum, eiga amboðini, orkuna og statskynstrið at fabrikera nýggjar søgur, ið enda sum nýggj minnir, meðan tey gomlu verða foykt burtur - valdinum til fyrimunar. Menniskju, líkamikið hvørji tey eru, eiga kortini minnir, sum leggja slóðina eftir sær. Hesi finnast í skjølum, seinri í bókum, ið eru minnisgoymslur, okkum til fyrimunar, tí ilt er at vita, hvar ið tú stendur, kennir tú ikki søguna, og tað truplari er tað at navigera inn í framtíðina.

Hon er kám, byrjanarsøga okkara, meðan frændurnir fyri vestan hava verið dúgligari at dokumentera sína egnu søgu. Um teir hava átt fleiri skinn at skriva á, ella um teir hava verið betri kálvføddir í kynstrinum at skriva og samskifta, er ilt at siga, men undir øllum umstøðum eiga teir betri grund undir sær í m.a. Landnámabók og í Íslendingabók. Teir hava eisini skrivað frásagnirnar í Føroyingasøgu og spjaddar upplýsingar í øðrum bókmentaverkum, har ið norðmenn eisini eiga okkurt klípi. Føroyingasøga er skrivað í Íslandi stutt eftir ár 12 hundrað. Hendan søgan er ikki varðveitt sum sjálvstøðugt rit, men partar av henni eru til - serliga í trimum handritum, í Ólavs søgu Tryggvasonar, Flateyjarbók og í einum handriti skrásett sum AM 62 fol. Í Hauksbók verður ættin hjá Grími Kamban greinað til landnámsmannin Tórolv Smør, men í henni fæst onki at vita um tað, sum í dag verður markað sum landnámið í Føroyum.

Alt er skrivað væl seinri enn hendingarnar fara fram, illa ber til at javnføra við aðrar keldur, táið tær ikki eru til, tí ræður ein ávísur ivi í øllum tí sum seinri er skrivað um landnámið í Føroyum. Søgumenn flestir rógva aftur á írska munkin Dicuil, sum var lærari í Fraklandi. Eisini hin lóg- og søgukøni funningsmaðurin Poul Petersen, sum eisini var politikari, brúkar írska munkin sum keldu og serliga bókina: “Liber de mensura orbis terræ” (merkir: Um mál av jarðknøttinum) skrivað um ár 825. 

Í henni verður sagt, at: “Enn eru mangar oyggjar í havinum norðanfyri Britania, so norðarlaga, at tað tekur tveir dagar og tvær nætur at sigla úr teim norðaru bretsku oyggjunum beina leið fyri fullum seglum og góðum byrði allan vegin. Ein álítandi prestlærdur segði mær, at hann hevði farið í tveir summardagar og nátt ímillum við lítlum báti sum hevði tvinni røðir og lendi á einari av hesum oyggjunum. Tær eru yvirhøvur smáar, og smøl sund renna millum teirra at kalla allar. Á hesum oyggjunum hava einbýlismenn, komnir frá okkara Scottia, úr Írlandi, hildið til í eini hundrað ár, men soleiðis sum tær fra fyrndini hava ligið sum oyði land, soleiðis eru tær avtoftaðar av norrønum rænara ávum men fullar av ótaldum seyði og sera mongum ymiskum sløgum av sjófugli. Vit hava ongantíð funnið hesar oyggjarnar nevndar í bókum.” Og Poul heldur ongan iva vera um, at oyggjarnar eru Føroyar, og sigur í sama andarhaldi, at menn siga tað vera eftirfarandi, sum Dicuil hevur skrivað.

Í Íslendingasøgu verður skrivað: “Er Grímur Kamban talin fyrsti landnámsmaðurin og fóru sumir niðar hans til Íslands.” Poul heldur eisini fyri: “Hvaðani Grímur Kamban kom veit ongin, óivað úr Noreg ella ið hvussu var ættaður úr Noreg, men ættfaðir tykist hann vera stórur í Íslandi sum í Føroyum og so mætur høvdingi, at blótað var eftir hansara deyð, skilar landnámabók til.” Sagt verður, at Grímur fór ongan veg, men livdi alla ævi sína í Føroyum.

Í søguliga táminum er trupult at gera greiði fyri, um útferðar- og bragdarhugur ella ævintýrahugur rak Grím til Føroya, ella um tað var ovríki hansara Haralds Hárfagra, eftir valdtøkuna av Noregi, sum trýsti hann og so mong onnur samtíðarfólk úr grannalandi okkara fyri eystan. Um nakar setti honum spurningin “Qou vadis, Grímur?” táið hann legði frá landi, í skundi kanska, vita vit heldur ikki, og ivasamt er, um hann yvirhøvur hevur havt aðra kós enn at flýggja undan onkrum, - frá ófrælsinum til eitt møguligt frælsi.

Teir, ið ikki fingu slag undan sær, einbýlismenninir, írsku munkarnir, sum frammanundan Grími numu land, eru sjálvandi ein serligur partur av søguni, men landnámið, ið er byrjanin til tað samfelagið sum føroyingar eiga í dag, byrjar í Funningi tann dagin Grímur Kamban er komin um Múlan - suður við Líðunum og Førjakletti - inn í Fjøruna her í óbygdum. Sum Óli Dahl tekur til í yrkingini Landnám: “Vesturskinseldur so reyður sum glóð, har upp úr kletturin vóð.”

Kann ætla at hendan søgan er líka gomul sum bygdin, elsta bygdin í Føroyum, og at funningsfólk í mong Harrans ár hava hugsað um at seta landnáminum og fyrsta landnámsmanninum ein varða - til áminngar aftureftir og at sigla eftir frameftir.

Ein av nevndunum sum eg ynskti at gerast partur av, eftir at eg hevði fløkt meg uppí býráðssferuna í Runavíkar kommunu pr. 1 januar í 2013, var staðbundna nevndin í Funningi. Eitt klípi av mínari egnu slóð liggur í bygdini. Frá fyrsta degi varð tosað so hissini um hetta málið, og tað lá stútt og støðugt sum ein afturvendandi afturundirgerð á hvørjum fundi. Var ikki meiri enn setstur í stólin hjá fyrrverandi borgarstjóranum - pr. 1. januar 2016 – fyri skjótt 8 árum síðan - nú er táverandi borgarstjórin á Eiði, Jógvan í Skorini, á tráðnum og spyr, um tað hevði borið til hjá Eiðis kommunu at keypt tann tjúgundapartin (5%), sum Funnings kommuna hevði átt í hinum tá 99 ára gamla Doktarahúsinum á Eiði, sum partur av Eiðis læknadømi. Vit báðir samdust um at selja og keypa fyri 25 túsund krónur, og býráðið valdi at lata upphæddina óskerda - sum tað stendur skrivað: Til eina standmynd Grími Kamban og landnáminum til minningar. Fæið var latið bygdarfelagnum í Funningi markað til endamálið.

Sama felag gjørdi tað skilvísa, at seta niður eina uttansyndisnevnd til endamálið, at fyrireika og fremja ætlanina, og í hana vóru valdir: Jóanis Erik Køtlum, Jóanes Johannesen og Rodmundur Nielsen. Teir hava verið miðvísir í tilgongdini. Ein onnur millumrokning er, at ein dagin, fyri áleið tveimum árum síðan, vóru aftur fólk á gáttini, og nú snúði tað seg um at leggja fipur ymsar staðir í kommununi. Umboð fyri Pf. Net. Tað hevði leingi verið eitt ynski í Funningi at fáa meiri ferð á netið, tí gjørdist júst hendan støðan preludium í hesi samráðingini, og tað var nú soleiðis, at Funnings kommuna longu í 2007 hevði verið so framsíggin, at fipurkaðalar vóru lagdir í vatngrevsturin um alla bygdina hetta sama árið. Tí kundi hetta gerast ein skjótt syftur seiður. Eftir ógviliga tungar og trilvandi samráðingar endaði tað við, at semja varð gjørd um, at Pf. Net keypti fipurið hjá Funnings kommunu fyri 265 túsund krónur. Býráðið í Runavíkar kommunu valdi eisini at lata hetta fæið til somu verkætlan.
Teir tríggir uttangarðs musketerarnir  hjá bygdarfelagnum vóru farnir hugagóðir til verka. Ein góður blendingur av samleika, fyrisiting og orku. Teir fóru eftir eini tryggari loysn. Slóðin eftir hann liggur m.a. í Mikladali og í Elduvík, helst fremsti myndahøggari í Føroyum síðan Janus Kamban og Fridtjof Joensen. Hans Pauli Olsen, - hálvur húsamaður og hálvur víkamaður uppvaksin í Tórshavn. Búsitandi á flatlondum. Bæði í Mikladali og í Elduvík síggja vit, at umhvørvið og plaseringin eru stórur partur av einum listarverki. Ein dagin gingu vit um bygdina, nevndin, arkitektoniski ráðgevin Høgni Kastalag, listamaðurin og sjálvur, nú skuldi avgerðin takast um staðsetingina, vit vistu at fleiri boð vóru í bygdini, men umsíðir segði Hans Pauli, meðan vit stóðu á niðaru brúgv – skamt frá kirkjuni: “Hon skal standa har – standmyndin(!)” Í Húsabøi. 

At fáa hendur á jørð í Føroyum er sum at fáast við rakettvísund, tað vita tey flestu. Farvegurin av hesum sæst aftur í yrkingini hjá Líggjasi í Bø – “maðurin og moldin”: “Men í Føroyum eru menn – sum hava funnið – størsta sannleikan: - teir elska mold. Tað kitlar hægstu kenslur teirra – at teska orðini “gyllin” og “mørk”, - og størsta gleðin er stríð – stríð um snórapelar – og teigar og torvheiðar. - Onnur skilja teir ikki, - og tí eru teir tunglyntir – á at líta – sum teir bøla – yvir stóra loyndarmálinum, - teir funnu. – Sigst, - summir teirra – eta mold. – Og einaferð – verður gleði teirra fullkomin, - og teir skulu verða til gleði – fyri samsintar eftirkomarar: - teir skulu verða til mold(!!)”

Kommunan skuldi fáa lendið til vega, og ein dagin løgdu vit trý - Dinna, Ragnar og sjálvur - leiðina norður til Funnings fyri at hitta John Reynbú, sum átti hendan valda teigin. Fundurin gjørdist drúgvur, Reynbú er sjálvur listamaður, og hann ferðaðist um mong svæði í samrøðuni, hugleiddi um leyst og fast, so mikið, at fylkið undir mínari lið var farið at ótolnast, men umsíðir glapp, og vit samdust um ein handil. Tað er ein partur av søguni, at hetta yvirhøvur bar til, og tað skal John eiga stóra takk fyri.

Málið gekk sína gongd. Áhugin í bygdini vaks í tilgongdini og hugaligt hevur tað verið at frætt, at vinnan kring landið tók væl ímóti hugskotinum, ja, so væl, at hevði hon ikki havt spaðað so væl til við fæi, saman við bygdini og kommununi, meðan vælvirkandi toymið við Jóanis Eriki, Jóanesi, Rodmundi, Høgna og Hans Paula díkti á í list og verki fyri at røkka málinum, ið sett varð, tá hevði hesin róðurin verið væl tyngri. Marita S. Hentze, Allan Norðgerð og Ragnar Rógvason eru tey sum fyri tað mesta hava umboðað tøknitoymið hjá kommununi, serliga táið tað hevur snúð seg um lendisarbeiðið. Mentanarsamskiparin Urd, í Heimistovu, hevur saman við nevndini og bygdini samskipað avdúkingina út í ytstu lið, og Marjun á Kunningarstovuni hevur havt onkran fingur við í spælinum, sum altíð, táið tað snýr seg um skræðuna hjá kommununi. Grótmenninir í Skopun hava verið ógviliga drúgvir, og entreprenørarnir hjá JHR hava ikki ligið á hini latu síðuni  – við Rúna Petersen á odda.

Hugskotið kom úr bygdini, her í Funningi, og ein læra av hesi verkætlan er, at er hugskotið nóg dygt og víðskygt, so elta góð fólk stuðlandi eini ætlan sum hesari. Eisini um tað kemur úr eini lutfalsliga lítlari bygd í landinum. Hendan standmyndin er fyri allar Føroyar og allar føroyingar. Hon er ætlað okkum øllum. Hon umboðar okkara byrjan á hesum klettum fyri áleið 12 hundrað árum síðan. Landnámið er avgerandi, men tað kann vera tilvildin, sum rak Grím Kamban inn í fjøruna í Funningi, tað vóru jú so mong onnur sum flýddu undan ófrælsi um sama mundið, men hann av øllum, Grímur, gjørdist nú einaferð ítøkiliga persónifiseringin av landnáminum. Sum Janus meginskald tók til í yrking: “Frægir funnu Føroya land fjart í fornu øld, fyrstur Grímur Kamban í oyggjum festi tjøld.”

Eftir at fyrsti landnámsmaðurin steig fótin á land, eru Føroyar vaksnar við mekt og mæti, nú væl meiri enn hálvt hundrað túsund fólk búleika í Oyggjunum. Vit komu rekandi eftir havinum, búgva í havinum og liva í stóran mun av havinum. Sum ein gjáarmaður einaferð tók til: “Men tað, sum aldrin uppundan fjarar er betra helvtin av Føroyum. Og land at nema, ið havið fjaldi, varð lív og vísindi miðamansins.”

Um nakar spurdi “Qou vadis, Grímur?”, táið hann legði frá landi fyri at finna nýtt land, veit ongin. Ein dagur sum hesin kundi hóskiliga verið nýttur til at grunda yvir, hvørjar rásir vit frameftir skulu ganga í leitanini eftir einum uppaftur betri og dyggari samfelag. Har vítt er til veggja og høgt til loftið, har rúm er fyri fleiri føroyingum, uppaftur størri uppdrift á øllum mótum enn hana, sum júst nú er grundin undir einum rímiliga vælvirkadi samfelag – arvurin eftir Grím Kamban. Kanska eiga vit hvønn dag at spyrja okkum spurningin: “Qou vadis, Føroyar?”

Við ynskinum um, at henda standmyndin fer at standa um okkara tíð og meiri enn tað, fari eg vegna Runavíkar kommunu at takka øllum, ja, øllum, sum meiri og minni hava styðjað undir hesa frágera væleydnaðu verkætlan, hvørs hugskot kom úr bygdini og hvørs veruleiki nú stendur í bygdini - til áminningar og prýðis fyri tjóð okkara.

Takk fyri álitið og høvið at siga nøkur orð á hesum fagra degi.