Á G-festivalinum hevur tað altíð verið vanligt at hava festivalkirkju fyri eisini at hava tað andaliga við á festivalin.
Men í ár verður tað festivalurin, sum flytur inn í tað andaliga rúmið. Tey, sum fyrireika festivalin siga, at í samstarvi við prest, skipar tey fyri konsertum í Gøtu kirkju á G-festivalinum.
Á hesum sinni verða tríggjar konsertir, nevniliga við teimum trimum, Klingru, Gabriel Gold Yann Tiersen.
– Kirkjukonsertir eru nakað heilt serligt, tí kirkjan er til djúphugsan, andaligheit, men eisini til sang og tónleik. Har sleppur tónleikurin at standa nakin í tí serliga kirkjuljóðinum, siga tey.
Gabriel Gold, sum er ein av teimum, sum fer at hava konsert í kirkjuni, er tónaskald úr San Francisco í Kalifornia og Reykjavík í Íslandi.
Hann er kendur fyri sínar sangin, ið eru ógvusligur og fjálgur, alt í einum. Hann er eisini kendur fyri sítt minimalistiska klaverspæl og, ikki minst, fyri sín bergtakandi grýtusláttur.
Klingra er nýstovnaður tónleikabólkur, við royndum tónleikarum, ið hava spælt í bólkum sum Jack White, Savage Rose, Afenginn, Eivør og Teitur, og øðrum.
Á nýggju útgávuni taka tey støði í Føroyingahavnini í Grönlandi, og eini frásøgn frá abba tangentleikaran,Dánjal á Neystabø.
Yann Tiersen kenna ivaleyst föroyingar flest úr samstarvinum við Orku og við Ólav Jákupsson, Umframt úr filmstónleikinum til filmin Amélie, ið er spældur næstan eina milliard ferðir á Spotify.
Hann spælir nógv ymisk klassisk og nútímans ljóðföri, har tað serliga eru tann elektriski gittarin, klaverið, synthesisarar, og fiólin, sum hava ein stóran leiklut. Men hann spælir eisini upp á melodika, xylophone, leikuklaver, harpsichord, harmoniku og enntá skrivimaskinu.