Ger ikki meiri við málið um umstrídda skúlastjóran í Vestmanna

Men løgtingsins umboðsmaður undrast á framferðina hjá landsstýrismanninum

Áki Bertholdsen
8. juni 2023 kl. 11:45

Løgtings umboðsmaður fer ikki at gera meiri við umstrídda málið um skúlastjóran í Vestmanna. Tað boðar umboðsmaðurin frá í morgun.

Tað vakti ans, tá ið søkt varð eftir skúlastjóra og eitt samt skúlastýrið innstillaði ein umsøkjara sum nummar eitt – men at landsstýrismaðurin kortini setti tann í starvið, sum varð innstillaður sum nummar tvey.

Skúlastjórin varð rættiliga umstríddur í sínum starvi, og fór skjótt úr tí aftur.

Tann, sum varð innstillaður sum nummar eitt, men ikki fekk starvið, hevur klagað til Løgtingsins umboðsmann um grundgevingarnar, mentamálaráðið, sum nú er Barna- og útbúgvingarmálaráðið gav í sambandi við, at klagarin ikki fekk starvið.

Umboðsmaðurin hevur áður givið mentamálaráðnum eina átalu fyri ikki at geva klagaranum eina nøktandi grundgeving. 
Samstundis ásannar umboðsmaðurin nú, at báðir umsøkjararnir vóru skikkaðir til starvið og mett verður ikki, at grundgevingin ikki lýsir tey atlit, ið landsstýrismaðurin legði dent á. 

Umboðsmaðurin helt tað tó vera atfinningarsamt, at málið ikki varð lýst til fulnar.

Í grundgevingini varð víst á, at landsstýrismaðurin hevði lagt størri dent á viðmælini, umsøkjarin, ið varð tilnevndur sum nummar. 2, hevði lagt við síni umsókn, enn setanarnevndin hevði gjørt.
Myndugleikarnir hava skyldu til at lýsa eitt mál til fulnar og tí undrast umboðsmaðurin á, at landsstýrismaðurin ikki tók stig til at kanna, um viðurskiftini í viðmælunum hjá umsøkjaranum, ið var tilnevndur sum nummar 2, kundu samanberast við viðurskifti hjá umsøkjaranum, ið varð tilnevndur sum nummar 1. 

Eitt nú kundi landsstýrismaðurin heitt á umsøkjaran, ið varð tilnevndur sum nummar. 1, um at lýst ávís viðurskifti nærri.
Umboðsmaðurin vísti á, at sum heild er tað ikki ósakligt at leggja dent á tey viðmæli, ið umsøkjari hevur lagt við sínari umsókn. 

Tó helt umboðsmaðurin, at í hesum føri er tað atfinningarsamt at landsstýrismaðurin hevði lagt avgerandi dent á ávís viðurskifti í viðmælunum hjá tí, ið var tilnevndur sum nummar 2, uttan at gera eina roynd at samanbera tey við umsøkjaran, ið var tilnevndur sum nummar 1.

Men nú verður kortini ikki meiri gjørt við málið. Orsøkin er, at báðir umsøkjararnir vórðu mettir skikkaðir at røkja starvið og harumframt er nú so long tíð farin. Og harafturat er aftur nýggjur skúlastjóri settur í Vestmanna.