Gerhard Lognberg: - Ein samanlegging verður einaferð

Gerhard Lognberg tekur ikki undir við hugskotinum, um at leggja Sandoynna undir høvuðsstaðin, men hann ivast ikki í, at tað einaferð gert veruleiki

(Mynd: Facebook).
Kristian Waag Dam
17. september 2022 kl. 08:30

- Sjálvandi eru tað vansar og fyrimunir, men beint nú síggi eg ikki so øgiligar fyrimunir við eini samanlegging. Men ongin ivi er um, at tað verður einaferð. Tað vænti eg, soleiðis sigur Gerhard Lognberg, borgastjóri í Skopunar kommunu, við Dimmalætting, tá hann verður spurdur um hugskotið at lima Sandoynna inn í høvuðsstaðar kommununa.

Hetta hugskotið kom fram í skrivi, sum Tórshavnar kommuna legði út á heimasíðu teirra í gjár. Skjótt verður koyrandi millum Sandoynna og høvuðsstaðarøki, tí legði skrivið upp til at byrja eitt kjak millum Sandoynna og høvuðsstaðin, um at lima Sandoynna inn í høvuðsstaðar kommununa.

- Tað merkist, at nakað av áhuga er at skipa eitt samstarv millum Sandoynna og høvuðsstaðarøkið. Og eg haldi, at vit eiga at taka hetta til viðgerðar í góðari tíð, so vit fáa hugsanir fram í báðum støðum, um hetta er ein gongd leið, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sambært skrivinum hjá kommununi.

Óttast tað ókenda

Borgarstjórin í Skopunar kommunu heldur ikki at talan er um eitt gott hugskot, hóast hann væntar, at ein samanlegging verður einaferð í framtíðini. Hann óttast tað ókenda sigur hann.

- Tá tú ert uppvaksin í eini bygd og tú gert borgarstjóri í bygdini, so vilt tú gjarna hava, at hon skal hava tey tilboðini, sum ein kommuna skal hava. Hetta hava vit í Skopunar kommunu. Vit hava ein spildurnýggjan skúla og nýggjan barnagarð her í Skopun, og nógv onnur góð tilboð av øllum møguligum slag.

- Tað, sum eg eri bangin fyri kann henda við eini slíkari samanlegging - uttan at eg veit tað – er, at so fer man at hugsa meir rationelt, eitt nú við at lata skúlar og barnagarðar aftur. Um onki er eftir í eini bygd, so er tað ikki serliga freistandi at flyta til bygdina. Tað er hetta eg stúri fyri. Tað er tað ókenda. Hinvegin, so siti eg bara tvey ár aftrat, so koma kanska ung fólk, ið hava aðrar hugsnar um hetta, sigur borgarstjórin í Skopunar kommunu. Í januar hevur Gerhard Lognberg siti í 30 ár sum borgarstjóri í Sandoyar kommunu.

Eisini fyrimunir við samanlegging

Gerhard Lognberg ivast ikki í, at Sandoyggin hevði vunnið okkurt burturúr eini samanlegging, millum annað høvdu kommunurnar allarhelst verið bíligari at rikið sambært honum, men hann ivast í, um tað er nokk til eina samanlegging, tí tað eru ikki allar bygdir, sum eru nøgdar við Tórshavnar kommunu.

- Allarhelst høvdu kommunurnar verið bíligari at rikið, men so er spurningurin, um man vil ofra alt tað, ið vit hava bygt og stríðst fyri í kommununi fyri nakrar fáar krónur.

- Tað er einki at ivast í, at vit høvdu fingið okkurt gagnligt burturúr, men til dømis í morgun, so møtti eg einum manni, sum er nógv í bæði Kollafirði og Kaldbak. Hann segði “tað er øgiligt hvussu tær bygdirnar eru misnøgdar við samanleggingina ”, sigur Gerhard Lognberg.

Hann heldur sjálvur, at hetta má viðgerast væl og virðiliga í kommununi áðrenn nøkur avgerð verður tikin. Hann leggur dent á, at slíkar avgerðir mugu vera gjøgnumhugsaðar.

Bara 1200 fólk

Sambært Heðin Mortensen, so loysir tað seg ikki at leggja kommunurnar saman á Sandoynni, av tí at kommunan hevði verið ov lítil. Hann heldur tí, at leisturin kundi verið at lima Sandoynna inn í Tórshavnar kommunu. Gerhard Lognberg metur heldur ikki, at ein samanlegging millum kommunurnar á Sandoynni, er rætti leisturin fyri oynna.

- Sandoyggin einsamøll verður ein lítil kommuna, hon verður hóast alt bara 1200 fólk. Um Sandoyggin verður ein kommuna, so verður tað allíkavæl so frætt, at borgarstjórin sleppur at gifta pør, sigur borgarstjórin í Skopunar kommunu skemtiliga.

- Hinvegin kann man eisini venda øllum á høvdi og siga, at tá tunnilin kemur verður tilflytingin størri. Men sjálvt um fleiri flyta til oynna, so vænti eg ikki við, at tað verður nøkur innrás, sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu.

Hóast Gerhard Lognberg ikki tekur undir við hugskotinum, um at leggja Sandoynna undir høvuðsstaðin, so ivast hann ikki í, at tað einaferð gert veruleiki.